Vestmenningar fáa fleiri tímar

Rokið um Vestmanna skúla er av. Skúlin hevur eftir fund við embætisfólk í Mentamálastýrinum fingið játtað fleiri tímar til komandi skúlaár. Men játtanin er framvegis ov lítil

 

Vestmanna skúli fær nú fleiri tímar játtaðar til komandi skúlaár.

 

Hetta er komið í lag, eftir at Tórbjørn Jacobsen fór úr sessinum sum landsstýrismaður í mentamálum. Skúlaleiðslan varð fyri stuttum boðin á fund við embætisfólk í Mentamálastýrinum, og fekk hon har tilsøgn um fleiri tímar.

 

? Vit hava fingið tímar afturat, men kortini ikki so nógvir, at tað er nøktandi. Men trupulleikin er, at Mentamálastýrið fær ikki játtað okkum fleiri tímar, innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum fólkaskúlin hevur fingið, sigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri.

 

 

 

Ov fá tilboð

 

Jóannes Fonsdal sigur, at skúlin við nýggju tímajáttanini fær býtt árgangirnar í flokkar. Men hann hevur kortini ongan møguleika at veita næmingunum í tíggjuna flokki tey tilboð, sum fólkaskúlalógin krevur.

 

Fólkaskúlalógin krevur nevniliga, at hvør næmingur skal fáa 28 tímar tilsamans, og skulu hesir vera býttir yvir tær lærugreinir, sum einstaki næmingurin krevur. Tí krevur hetta nógvar lærarakreftir og fleiri lærugreinir at velja ímillum hjá einstaka næminginum.

 

? Men tað er ikki møguligt hjá okkum at hava nóg nógv tilboð, til at allir næmingarnir í tíggjunda flokki fáa teir kravdu 28 tímarnar. Tí mugu vit fáa undantaksloyvi frá Mentamálastýrinum til at hava færri tímar, greiðir Jóannes Fonsdal frá.

 

 

 

Tvey sløg av skúlum

 

Skúlastjórin í Vestmanna heldur, at skipanin, sum skúlarnir í dag fáa tímar játtaðar eftir, ger, at vit fáa tvey sløg av skúlum ? fyrsta floks skúlar og annan floks skúlar.

 

Skúlarnir fáa nevniliga tímar játtaðar fyri hvønn einstaka næmingin í staðin fyri hvønn einstaka flokkin. Og ger hetta, at smærru skúlunum altíð vantar tímar, og avleiðingin verður, at teir ikki fáa bjóðað nøktandi tilboð til næmingarnar.