Vestmenningar hava møguleikan

Hondbóltur: Tað er ikki sørt, at man hevur varhugan av, at besta mansliðið hjá VÍF kann gera ein vørr í Europa Cup dystunum ímóti finska liðnum Dennis Turku um vikuskifti

(VESTMANNA) Spenningurin er stórur í Vestmanna, nú garparnir hjá VÍF enn einaferð skulu royna seg í altjóða hondbólti. Liðið hevur gjørt nógv við fyrireikingarnar, og tað eru einir tveir mánaðir farnir aftur um bak, síðani teir fóru undir venjingina.

Mótstøðuliðið var ikki tað truplasta, sum VÍF kundi fáa, og í Vestmanna eru teir heldur ikki heilt ónøgdir við lutakastið. Finskur hondbóltur er ikki eins sterkur, sum hann er í grannalondunum fyri vestan, Svøríki, Noreg og Danmark.


Liðið er væl fyri

Tað er eingin ivi um, at liðið hjá VÍF í dag er so mikið væl fyri sum sjáldan áður. Menninir eru í góðari venjing, og haraftrat er breiddin á liðnum eisini óvanliga stór. Um man skal samanbera liðið hjá vestmenningum við liði hjá strandingum, sum royndi seg seinasta vikuskifti, so hava vestmenningar ein avgerandi fyrimum, tí at teir hava so nógvar høgar mans, og tað kann hava stóran týdning í altjóða hondbólti. Hyggja vit at teimum fýra ella fimm bakspælarunum hjá VÍF, so er talan um rættuliga høgar menn, ið allir hava eitt gott skot, og sum heldur ikki eru bangnir fyri at royna seg. Brøðurnir Ingi og Áki Olsen vera uttan iva á hvør sínum bakkplássi, og haraftrat eru Sámal Joensen, leikandi venjarin Daniel Rapa og liðskiparin Hjalmar Klein Olsen góðir menn at hava á liðnum.

Á hinum plássunum er kappingin eisini hørð. Vinstra vongplássi fara fyrst og fremst Martin Hummeland og Harald Bjørgvin at stríðast um, meðan tað vera John Zachariassen og Agnar Joensen, sum fara at kappast um høgra vongpláss. Um tað er nakað pláss á VÍF-liðnum, sum ikki er so sterkt í løtuni, so er tað á strikuni. Seinasta kappingarár leiktu ávíkavist Rógvi Nielsen og Oyvindur Brimnes á hesum plássi, men Oyvindur er givin, og Rógvi hevur slitið hælssinuna, so hvørgin av teimum er tøkur. Tískil fara vit helst at síggja Petur Frank Joensen spæla á hesum plássi, og eftir hvat Sosialurin skilur, so hevur hann staðið seg væl í venjingardystunum higartil. Eisini hevur veteranurin Hjalmar Klein Olsen roynt seg á strikuni við góðum úrsliti.

Tríggir málverjar eru í hópinum hjá VÍF, og teir tríggir, Eli Muller, Bárður Nielsen og Jón Nielsen eru allir góðir málverjar, men allarhelst verður tað Eli, sum stendur frá byrjan.

At áhugin fyri dystinum er stórur í Vestmanna, man fáur ivast í, og tað er heldur einki ivamál, at vestmenningar fara at møta fjølmentir til dystirnar. Áskoðararnir í Vestmanna plaga at vera ógvuliga sjónligir og hoyrast væl, og alt hetta fer uttan iva at vera við til at lyfta leikararnar tað allarseinasta pettið.

Dystirnir millum VÍF og Dennis Turku vera í høllini í Vestmanna í kvøld og annaðkvøld klokkan átta, so hjá teimum, ið ætla sær bæði til landsdyst og Europa Cup hondbólt leygardagin, ræður um at skunda sær norður til Vestmanna eftir landsdystin, um tey vilja tryggja sær eitt gott pláss. Bygdarfólkið í Vestmanna fer uttan iva at vera í høllini í góðari tíð, so tey sita so væl fyri sum møguligt til at stuðla liði sínum.

Dómararnir í dystunum vera úr Íslandi, og eygleiðarin kemur úr Noreg. Sosialurin ynskir VÍF góða eydnu við dystunum, og týsdagin fara vit at hava frásagnir frá dystunum báðum í blaðnum.