Hesa vikuna hevur landingarmiðstøðin í Klaksvík landað fleiri skip og bátar, og okkurt skip kemur aftrat fyri jólahalguna. Trý línuskip hava landað í Klaksvík í hesi vikuni. Klakkur, sum kom undan Íslandi, hevði sløk 100.000 pund, og Jákup B og Ågot, sum høvdu roynt undir Føroyum, høvdu ávikavist 80.000 og góð 60.000 pund hvør.
Í morgin landar Vestmenningur í Klaksvík, og miðskeiðis í hesi vikuni høvdu teir eini 120.000 pund inni.
Vestmenningur hevur áður landað í Klaksvík, síðan flakavirkið á Kósini læt uppaftur fyri nøkrum vikum síðan.
Snelluskipini Havsbrún og Karlamagnus hava landað 40.000 pund í part, og ætlandi landa teir aftur í Klaksvík í dag.
Við Karlamagnusi eru bara tveir mans, og teir høvdu roynt í einar 3-4 dagar. So, hetta er rættiliga góður snellufiskiskapur.
Mánadagin landaðu trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur eisini í Klaksvík. Teir høvdu góð 50.000 og 13.000 pund hvør.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at línuskipið Fugltúgvan hevur boðað frá landing mánadagin.