Ísfiskatrolarin, Vesturbúgvin, sum partrolar saman Eysturbúgvanum, hevur landað á Toftum í dag. Veiðan liggur um 120.000 pund, harav góð 90.000 pund er upsi - og hini umleið 20.000 pundini er onnur fiskasløg.
Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøð Føroya væntar ikki, at fleiri skip koma inn at landa hesa vikuna, men eftir hvat skilst, kemur línuskipið Kambur vænandi inn mánadagin.
Nakrir útróðrarbátar hava landað gjøgnum vikun, og onkur landaði eisini í gjár, men veiðan er ikki tann stóra. Bátarnir liggja um eini 100 pund á stampin, tá fiskiskapurin eydnast nøkulunda,
Harry Benjaminsen sigur, at størri helmingurin av veiðini hjá útróðrarbátunum er gráur fiskur, meðan hin minni helmingurin er hýsa.
- Útróðrarmenn eru vónbrotnir um, at góðu hýsuleiðirnar eystan fyri og í Svínoyarhavinum eru stongdar fyri vinnuligari línuveiði. Sum eg havi skilt, er tað serliga á hesum leiðum, at friðingarnar røkka so mikið langt út, at tær innaru leiðirnar eru stongdar, sigur Harry Benjaminsen.