Eldrarøkt
Í gjár var móttøka í Fuglafirði í samband við, at kjallarin í Vesturstovu, sum er eldrasambýlið í bygdini, er innrættaður og liðugur at taka í nýtslu.
Í kjallaranum eru nú trý dupult kømur, har pláss er fyri 6 fólkum aftrat teimum 9, sum pláss er fyri í ovaru hæddini.
Í kjallarahæddini, sum er umleið 250 fermetrar til støddar, er eisini bygd stova, ítrivsrúm og goymslurúm.
Fyri innrættingina, var niðara hæddin eitt stórt kjallararúm við fýrrúmi.
Av teimum 15 plássunum, sum nú eru í Vesturstovu, eru 1-2 umlættingarpláss.
Nú kjallarin er vorðin innrættaður, er lyft eisini sett upp millum hæddirnar, soleiðis at fólk kunnu flytast upp og niður í lyft. Somuleiðis er ventilatiónskipan sett upp um alt húsið.
Læt upp í ?99
Vesturstova í Fuglafirði læt upp, 29. juni 1999.
Tað var í 1996, at nevnd varð sett at kanna, um hóskandi hús kundu fáast til keyps í Fuglafirði, men úrslitið gjørdist, at kommunan avgjørdi at byggja nýggj hús til eldrasambýli.
Projekteringin byrjaði í 1997, og sjálv byggingin byrjaði árið eftir.
Sosialurin var við til móttøkuna í Fuglafirði í gjár, og fara vit at venda aftur til
eldrasambýlið í blaðnum leygardagin.









