Teir báðir hava búð í rúmi saman á Hotel Føroyum seinastu dagarnar. Nú leggja teir síðstu hondina á fyrireikingarnar til uppgávuna, sum teir eru samdir í, fer at verða tann størsta nakrantíð á føroyska landsliðnum. Føroyar hava ongantíð áður spælt ímóti næstovasta liðnum á FIFA-styrkislistanum.
Eingin ivi tykist vera um, at Óli Johannesen, liðformaðurin og metmaðurin á landsliðnum, aftur hesa ferð fer at ganga fremstur inn á vøllin og harvið fer at hava Patrick Vieira undir liðini á sær. Meiri ivasamt er tað, um Jens Martin Knudsen, sum er tann einasti, ið hevur verið við heilt frá byrjanini í 1988, fer at fáa møguleikan millum stólparnar.
- Eg var fegin, tá eg fekk at vita, at eg skuldi verja málið í Sveis. Hvørja ferð eg ikki fái møguleikan, kennist tað sum vónbrot, tí eg vil fegin spæla. Jákup Mikkelsen hevur tað upp á sama máta, og soleiðis skal tað vera. Í Sveis fingu vit liðið at vita dystarmorgunin. Frammanundan høvdu vit onga ábending fingið um, hvussu tað fór at verða. Soleiðis verður tað eisini hesaferð, sigur Jens Martin Knudsen, sum hevur spælt næst flestar ferðir á landsliðnum.
Ert tú nøgdur við avrikið hjá tær í Sveis?
- Vit hava hugt at dystinnum. Sjálvandi er tað altíð okkurt, sum kundi havt verið betri, men fakliga eri eg ikki illa nøgdur við avrikið. Tá seks mál eru farin ígjøngum, veit eg sjálvandi, at alt kann henda innan næstu uppgávuna, staðfestir málverjin, sum hóast tapið heldur, at trýstið í Sveis ikki var so stórt, sum tað plagdi at vera fyrstu árini, tá ið Føroyar luttøku í altjóða kappingum.
- Sveisararnir vóru snildir, og mátin hjá teimum at spæla minti nógv um tann, sum Jugoslavia fleiri ferðir hevur brúkt móti okkum. Teir settu ferðina niður, lokkaðu okkum langt fram, og so eksploderaðu teir.
Trúgva uppá tað
Síðani tað var greitt, at Føroyar vóru í bólki saman við Fraklandi, hevur Óli Johannesen sæð fram ímóti at spæla júst hendan dystin.
- Teir hava nógvar framúr spælarar. Eg rokni Henry saman við kanska tveimum øðrum at vera besta álopsspælara í heiminum. Nú eru teir so her. Vit hava ikki enn tosað um, hvussu vit skulu taka teir, men sjálvandi er neyðugt, at kollektivið hjá okkum riggar optimalt, og tað rokni eg við, at tað fer at gera. Vit fara ongantíð á vøllin uttan við vónini um, at tað skal bera til at fáa stig og vinna. Tað gera vit eisini hesaferð, sjálvt um styrkismunurin er so stórur, sum FIFA-listin boðar frá.
Tá ið spælararnir savnaðust aftur sunnukvøldið, var lagið eitt sindur betri, enn tað var eftir dystarlok í Sveis. Mánakvøldið vóru spælararnir í Bowling-høllini, og nú hava teir bara fokus á stóru uppgávuni í kvøld.