Kári Thomsen, Føroya Nýorka
??????????????????????????
Samstarv komið í lag millum íslendingar, normenn og føroyingar um menning av nýggu vetnistøknini til orkuveiting til bátar og skip.
Øl heimsins ídnaðarlond og lond har nógv steinrunnin orka er í nýtslu arbeiða miðvíst fram móti loysn á hóttandi orkutilfeingisfelluni, ið fyri serstakliga fiskivinnutjóðir og oyggjasamfeløg kann blíva til óbótaligan skaða, um ikki loysnir verða funnar í góðari tíð.
Føroysk fiskivinna hevur ovurstórar rakstrarútreiðslur til orkuveitingina og skal ikki stór øking í verandi oljukostnað á nakað yvir 30US$ fyri tunnuna, fyrr enn fiskiflotin hevur hall og verður lagdur - og samfelagið steðgar upp.
Føroyska samfelagið hevur 97% av orkutørvinum í oljuni sum drívmegi, og kann lítil vøkstur í kostnaðinum kollrenna alt samfelagið uppá fáar mánaðir.
Heimsins framleiðsla og nøgd av olju og gassi stendur ikki mát við nýtsluna, ið økist alsamt eisini nú kinverjar eru komnir væl áleiðis í menning av landsins ídnaði og øktari privatari nýtslu.
Gransking og samstarv um landamørk.
Amerikumenn, europear og serstakt japanar arbeiða miðvíst og partvís í harðari kapping um menning av vetnistøknini til tryggjan av framtíðar orkuveiting til ravmagnsnýtslu, hita og flútning á landi og sjógvi. Veðurlagsbroytingar vegna avbrenningini av olju og gassi hava eisini sett gongd á tiltøk til avmerkingar í útlátum av vækstrarhúsgassum, og hava eisini flestu av heimsins londum tikið undir við Kyotosáttmálanum um ásetta minking av serstakliga koltvíiltu (CO2).
Frá alheims politiskari síðu eru játtaðar ovurhonds stórar upphæddir til vetnismenning og gransking, og lagt verður upp til at hesin tøkniligi ídnaður fær samstarv við feløg, kommunur ell orkuveitarar at seta upp ítøkiligar verkætlanir til menning og loysn á einum álvarsaman framtíðar trupulleika.
Norðurlendskar og aðrar verkætlanir
Verkætlanir innan vetnistøkni eru í stórt sæð øllum norðanlondum íroknað Norðuronglandi og Skotlandi.
Ìsland setti fyri einum ári síðan til sína fyrstu vetnisáfyllingarstøð í Reykjavík til tríggjar brennikyknu-riknar býbussar. Orkan til framleiðslu av vetni er jarðarhiti og vatnorka. Næstu 5 áfyllingarstøðirnar eru ávístar harav ein verður á havnarøkinum ætlað til skip og bátar.
Normenn seta Utsira-verkætlanina til fyrst í juli í ár og skal hon við 600kW Enercon vindmyllu, svinghjuli, battarígoymslu, og elektrolysu og vetnisgoymslu geva orku til 60kW konverteraðan dieselmotor og 60kW brennikyknu. Orkugoymslan røkkur til 4 dagar við fullar megi - tá eingin vindur er (undir 3m/sek.) ella ov nógvur (yvir 25m/sek.).
Verkætlanin skal vísa hvssu vindorka kann veita trygga og støðuga orku til sethús og akfør. Hjáframleiðslan av súrevni frá elektrolysuni skal m.a. nýtast til állaaling.
Í Skotlandi fyrireikar felagið SiGEN í samstarvið við Unst Partnership granskingarverkætlan, ið partvís skal vísa vindorku saman við vetnistøknini, og partvís tryggja útoynni Unst - og øðrum útoyggjum við - framtíðar livilíkindi.
Í Danmark hevur stovnurin Vestjysk Folkecenter for Vedvarende Energi nøkta alla orkunýtslu til hús og bilar frá vindi og vetni í fleiri ár.
Danmark er saman við Týsklandi undangonguland innan vindorku og hevur danska stjórnin nýliga samtykt at seta upp fleiri stórar vindorkuparkir og samstundis taka niður gott 700 smærri myllur.
Vetni ligur frammaliga í Danmark og eru ætlanir at útbyggja gassnetið til eisini at kunna veita vetni.
Aðrar stórar verkætlanir verða framdar í m.a. Canada og USA. Her ganga Vancouver og California undan við greiðum politikki at fremja fulla vetnisútbygging av økinum í og millum býirnar í økinum. California hevur í løtuni 22 áfyllingarstøðir og sló guvernørurin Arnold Swarzenegger fyri døgum síðan fast, at staturin skuldi verða fult útbygdur við 200 áfyllingarstøðum ár 2010.
Vancouver hevur á sama hátt lagt seg eftir at verða fult útbygt til 2010 tá Olympisku Vetrarleikirnar skulu haldast har. Vetrarleikirnir í Italia í 2006 verða eisini fyrireikaðir til "Green Winter Games", sum Olympiska Komiteein hevur samtykt.
Svínoyar - verkætlanin
Málið um framtíðar veiting av burðardyggari, tryggari og støðugari orku til øll samfelagsins øki hevur alstóran týdning. Við nevndu nýtslu á 97% innflutt steinrunnin orka, talar alt fyri, at vit skulu vera við í menningini av burðardyggari og tryggari orkuveiting. Vitan og kunning um hvussu vetnistøknin eigur og kann brúkast fæst ikki eftir nøkrum vikum ella mánaðum, og tilgongdin frá verandi orkuveiting og til umskipan av øllum kervinum í landinum gerst ikki uppá fá ár.
Gjørd er føroysk verkætlan til eginframleiðslu av øllum orkutørvinum fyri Svínoy til ravmagn og hita til hús og bygningar, áfyllingarstøð til akfør, traktorar og útróðarbátar, og annars allan súrevnistørvin til smoltvirkið. Eginframleitt ravmagn og brennievni gevur oynni møguleikar í turking, frysting, framleiðsluhúsi og vakstrarhúsum, og vil loysn á orkutørvinum skapa nýggjar møguleikar og grundarlag fyri haldbarari útoyggjamenning.
"H2 to Sea"-verkætlanin
Størsti orkutørvurin í landinum er 52% í fiskivinnu og skipaferðslu, ið eisini eru grundarlagið i samfelagnum. Norð-vestur londini Grønland, Føroyar og Ísland við strandalondunum Norra, Danmark og Norðuronglandi hava felags áhugamál at tryggja framhaldandi og burðardygga fiskivinnu. Í samstarvi við framleiðarar av vetnistøknini og tað, ið hartil hoyrir av øðrum útbúnaði, er verkætlan gjørd til skip og bátar við vetni sum drígmegi og brenni. Í Íslandi skal byggjast 500 tons línibátur, ið skal nýta brennikyku-tøknina.
Norra skal bygga eina minni ferju har ikki enn er avgjørt um motorurin skal verða vanligur konverteraður motorur ella brennikykna.
Í Føroyum skulu tveir bátar byggjast , annar 33 fót glastrevjabátur frá Avi Boats og annar føroyskt bygt 10-mannafarð, partvís útgjørdir við motori og partvís við brennukyknu. Verkætlanin er samstarv millum felagið Íslandsk Nýorka, Føroya Nýorka, almenna norska flutningsfelagið, Air Liquide úr Fraklandi, Vandenborre Hydrogen Systems og Stuart Energy úr Canada/USA, Marintek granskingarstovninum úr Norra og Shell Hydrogen.
Verkætlanaruppskotið liggur til støðutakan hjá EU í 6-rammuætlanini, og verður mett at hava stórar møguleikar, tá sík ætlan ikki finst annars og at talan er um væl grundað norðurlendskt samstarv.
Útgreinað verkætlan skal um alt gongur eftir ætlan fremjast í september í ár og gongur væl eitt ár og nakað afturat innan bátarnir kunnu roynast.
Umhvørvisverkætlanir og sáttmálar
Við stóru orkunýtsluni í fiskivinnu og skipaflutningi er dálkingin av koltvíiltu eisini hareftir. Serstøk ábyrgd liggur tí eisini í luttøku í Kyoto sáttmálanum og uppfylging av krøvunum til minking av vastrarhúsgassum, líkasum Norðurlendsk Umhvørvisætlan
2001 -2004 og 2004 til 2020 um burðardygga menning skal fylgjast upp.
Norðurlendsku náttúruverndarfeløgini Landvernd í Íslandi, Norges Naturværnsforbund og Føroya Násttúruverndarfelag hava tikið stig til kanning av møguleikum fyri minking av vastararhúsgassum frá skipum. Verkætlanin verður fyriskipað av Landvernd og skal verða liðug til 2006.
Útbyggingargrundarlag
Tilgongdin frá umlegging av verandi orkukervinum grundað á innfluttu steinrunnu orkuna til varandi og burðardygga veiting av eginframleiddari orku krevur at politisku ætlaninar eru greiðar og at lógargrundarlag er fingið uppá pláss. Vetnistøknin hevur við sær lokala orkuframleiðslu og vil ein miðspjæðing av orkukervinum tí verða ein av meginreglunum í framtíðar orkuútbyggingum.
Gongdin kring okkum er at orkukervið verður sjálvstøðug eind við luttøku av fleiri størri og smáum lokalum íleggjarum og framleiðarum av orku.
Politisk er m.a. boðað frá nýggjari ravmagnsveitingarlóg líkasum undanfarna landsstýrið við positivari støðutakan til Svínoyarverkætlanina legði lunnar undir luttøku í vetnistilgongdini og harvið tryggjan av framtíðar livilíkindum og menning av landsins høvuðsvinnu og búskapi.