Vetrarælini halda á

Millum eitt sterkt hátrýst yvir landnyrðingsgrønlandi og eitt lágtrýst, sum dregur suður og eystur um Føroyar, mennist ein sterkur streymar av kaldari luft av norðri og landnyrðingi við nógvum vetrarælum. Hósdagin fer eitt djúpt lágtrýst frá Skotlandi, umvegis vesturnoreg til Norðhavið, í ein landnyrðing úr Føroyum, har tað verður liggjandi og gevur ein sterkan og kaldan streym og ælaveður av útnyrðingi. Sunnudagin fyllist lágtrýstið meðan tað ferðast í ein sunnan og landsynning í Norðsjógvin, og síðani fer eitt nýtt lágtrýst beint yvir okkum ella sunnan fyri okkum av útnyrðingi.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, men sum frá líður makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 7 til 13 m/s. Samdrigið og færri regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Um náttina framvegis samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein útnyrðing og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl. Hitin veksur upp í millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi ella norðri, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin

Hann makar vindin og gerst sum frá líður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 7 m/s. Sum frá líður ælaveður í støðum og møguliga sólglottar og hitin um dagin millum 3 og 6 stig. Um náttina sum frá líður øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, skýggjað og møguliga regn. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, seinni upp í 3 til 6 stig.

 

Mánadagin

Hann snarar vindin í ein norðan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður, regn ella vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig.