Vetrarsuita í Focus

Fríggjadagin letur Jóna Rasmussen upp framsýning í Galerie Focus við grafiskum myndum undir heitinum »Vetrarsuita«

 


Til nýggju framsýningina hevur Jóna Rasmussen serliga leitað sær íblástur frá barokkini, sum enn einaferð er við til at gera hennara myndir til nakað sertstakt innan føroyska grafiska list. 



Óendaliga kvirran

Myndirnar hjá Jónu Rasmussen er eyðkendar í mátanum, myndevnið ofta leitar sær út um kantin á verkinum, eins og myndin er brot av eini størri heild, ið liggur uttanfyri onkustaðni.

Í bókini Livandi list, vísir Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur á, at hendan leitanin hjá verkunum út um seg sjálvan ger, at áskoðarin má gera sær eitt slag av innaru mynd av heildini.

- Kanska hetta er ein leitan eftir tí absolutta - ella onkurum ógreiniligum, upphevjaðum ella háfloygdum, ið ikki ber til at avmynda, okkurt ið dregur seg undan myndaskapinum, eins og vit ofta síggja tað í áhuganum hjá abstraktu ekspressionistunum fyri tí óendaliga, hugleiðir Inger Smærup Sørensen, og leggur afturat

- Í verkunum hjá Jónu Rasmussen er tað kortini tann óendaliga kvirran og tann óendaligi tómleikin, ið tykjast at vera í brennideplinum.


Íblástur frá barokkini

Jóna Rasmussen arbeiðir bæði við grafiskum myndum og málningum. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn í ymsum abstraktum skapum. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum.

Jóna Rasmussen hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðrastaðni. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999.

Til hesa framsýningina hevur hon millum annað fingið íblástur frá barokkini og til ferniseringina kemur Kristina á Váli at spæla á cello, sats úr suitu nr. 2 av Bach. Heiti á framsýningini er Vetrarsuita.

Fernisering verður fríggjadagin frá klokkan 16 til 18. Framsýningin verður opin til 12. februar, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18 í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu 20 í Havn