Her sæst skipið, Vezhen (vinstrumegin) saman við einum skipi hjá svensku vaktartænastuni út fyri Karlskrona í Svøríki

Vezhen: Talan var ikki um tilætlað herverk

- Kanningarnar vísa týðiliga, at talan var ikki um herverk, men um eitt óhapp, sigur svenska løgreglan, sum leggur aftrat, at Vezhen var orsøkin til kaðalslitið

Her sæst skipið, Vezhen (vinstrumegin) saman við einum skipi hjá svensku vaktartænastuni út fyri Karlskrona í Svøríki

Kaðalslitið í Eystursjónum millum Svøríki og Lettland hin 26. januar var ikki herverk, men eitt óhapp.

 

Tað vísa kanningarnar, sum svenska løgreglan hevur gjørt. Hendingin varð annars kannað sum grovt herverk, og tískil varð hald lagt á skipið, Vezhen úr Bulgaria.

 

Svenska løgreglan er komin eftir, at skipið var orsøkin til kaðalslitið, men at talan var um eitt óhapp - og ikki um eina tilætlaða atgerð.

 

- Kanningarnar hjá okkum vísa týðiliga, at talan var ikki um herverk, sigur løgreglan.

 

Staðfest er, at orsøkin til slitið var ein samanrenning av veðurviðurskiftum, vantandi útgerð og vantandi sjómansskapi.

 

Norski ríkisadvokaturin, Mats Ljungqvist, sigur, at skipið ikki longur verður afturhildið, men kann halda leiðina fram við sínari sigling.

 

- Við avhoyringum, greiningum og ásteðarkanningum kunnu vit við vissu siga, at málið ikki snýr seg um herverk, men vit hava eisini staðfest, at Vezhen var orsøkin til slitið, leggur hann aftrat.

 

Skipið hevur ligið akrað út fyri Karlskrona, meðan svensku myndugleikarnir hava gjørt kanningarnar. Reiðaríið úr Bulgaria, sum eigur skipið, hevur alla tíðina hildið upp á, at talan ikki var um eina tilætlaða atgerð.

 

Hetta veit Verdens Gang at siga.

 

 

 

Her sæst skipið, Vezhen (vinstrumegin) saman við einum skipi hjá svensku vaktartænastuni út fyri Karlskrona í Svøríki