VFF-Cup: NSÍ sigraði á ÍF

Bara ein dystur bleiv spældur í VFF-Cup í dag

Kavin hevur ávirkað 4. umfar av nýggju vetrarkappingini hjá Venjarafelagnum. Bara ein av teimum fýra dystunum, sum skuldu spælast í dag, er spældur. NSÍ vann 1-0 á ÍF.

 

Tað var innskifti Pætur Hentze, sum skoraði einsamalla málið, tá eitt stórt korter var eftir av dystinum. Uppleggið átti normaðurin Peder Nersveen, sum venur við NSÍ í hesum døgnum.

 

Ein dystur er á skránni í morgin, har TB tekur ímóti KÍ. Síðani eru dystirnir EB/Streymur-Skála og Víkingur-AB settir til týskvøldið, meðan grannauppgerðin millum HB og B36 verður mikukvøldið.

 

VFF-Cup 4. umfar:

NSÍ – ÍF 1-0

1-0 Pætur Hentze, 72