Hóast fólkatalið á bygdunum kring landið í minking, er øðrvísi á Viðareiði. Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni hevur fólkatalið ikki verið so høgt áður, sum tað er nú. Í dag búgva sostatt 355 fólk í norðastu bygd okkara.
Borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg segði í samrøðu við Rás2 í gjár, at fólk helst velja at búseta seg her, tí at bygdin hevur nógv at bjóða bygdarfólkinum - umframt sjálvandi ta vøkru náttúruna.
Í bygdini er bæði skúli, dagrøkt, hotel, handil og ein matstova. Í hesi matstovuni, sum Elisabeth Nybo eigur og rekur, plaga tey m.a. at borðreiða við lundan, tá hesin fæst. Men hevur ein hug at fara út at eta á sama staði, verður møguleiki til tað í morgin, tí tá verður nevnuliga eitt serligt búffa-kvøld, har góðir búffar verða borðreiddir.
Tá teir eru fingnir niður um, kann ein spáka sær ein túr gjøgnum bygdina og njóta vakra útsýnið.