Jan Müller
Nú løgtingið endaliga hevur avgreitt lógina um 1. útbjóðing eru tað fleiri fólk, sum kenna hetta sum ein lætta, fólk, hvørs arbeiði hesi seinastu 10-15 árini hevur verið nógv tengt at júst at røkka hesum eina endamálinum: at skapa umstøður fyri leiting eftir kolvetni í føroysku undirgrundini.
Ein av teimum, sum man hava brúka nógva orku uppá hetta málið er Árni Olafsson, sum vit sínum diplomatisku evnum og treiskni eigur ein týðandi leiklut í teimum úrslitum, sum rokkin eru.
Landsstýrið heitti longu á Árna Olafsson í 1987 um at ráðgeva tí í samráðingunum við donsku stjórnina um yvirtøku av undirgrundini. Tá undirgrundin varð yvirtikin í 1992 vórðu aftur boð eftir Árna Olafssyni. Hann kom í fyrstu Oljuráðleggingarnevndina, ið varð sett til at fyrireika komandi oljuútviklingin í Føroyum.
Sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini var Árni Olafsson við til at leggja sjálvt grundarlagið undir komandi útviklinginum, her serliga við útgávunum av tveimum stórum frágreiðingum út um oljuspurningar, ta fyrru í 1993 og ta seinnu í 97. Í fyrru frágreiðingini var umframt vanligt upplýsing um hesa nýggju vinnu eisini uppskot til lóg um forkanningar. Í tí seinnu frágreiðingini vóru umframt upplýsindi tilfar eisini fleiri uppskot til lógir og reglur á oljuøkinum og síðani ein rúgva av tilráðingum og lýsingum av politiskum avgerðum, sum skuldu takast tá ella seinni. Tann frágreiðingin er framvegis sera aktuell, tí nógvar av teimum avgerðunum eru eftir at taka. Her t.d. spurningurin um vit skulu taka oljuna í land í Føroyum.
Síðani kom steðgur í leiklutin hjá Árna í føroyskum oljuhøpi. Edmund Joensen, løgmaður tók Árna úr Oljuráðleggingarnevndini og segði, at hetta varð fyri at geva honum betri møguleikar til at taka sær av starvinum sum leiðari fyri samráðingunum við bretar um markið. Hetta var so almenna frágreiðingin. Tað var so sami Árni Olafsson, sum í 1999 kundi rætta Anfinn Kallsberg, løgmanni pennin til at seta sína undirskrift á avaluna um markið, og soleiðis hevur embætismaðurin úr Vági verið ein av undangongumonnunum í nærum øllum undirgrundar- og oljuútviklinginum fram til dagin í dag.
Heppin gongd
Tað er tí einki annað enn náttúrligt at spyrja Árna Olafsson, um hann er nøgdur við gongdina, og svarið er kanska heldur ikki so óvæntað. Hann heldur gongdin hevur verið góð fyri Føroyar. Og tá vit spyrja, um vit hava verið ov linir við oljufeløgini vísir hann til seinnu frágreiðigina frá Oljuráðleggingarnevndini, har tað var roynt at gera upp støðuna so realistiska sum gjørligt, fyri harvið at fáa so nógv og góð feløg við í eina komandi oljuleiting sum gjørligt.
-Høvdu krøvini og treytirnar til oljufeløgini verið harðari, so vildu vit merkt tað á tann hátt, at vit fingu fáar umsóknir og at tilboðini kanska høvdu verið smá. Við at leggja seg eitt sindur á hin bógvin hevur tú skapt møguleika fyri tí kapping, sum krevst fyri at fáa stór og góð feløg við, sum veruliga vilja gera nakrar stórar íløgur.
Árni Olafsson er ikki vónsvikin av, at einki alment oljufelag er við. Tað hevur hann ongantíð havt nakrar serligar sterkar kenslur fyri. Í 97 frágreiðingini varð roynt at leggja tað á borðið, soleiðis at politikarnir kundu finna út av, um tað var tað vert.
-Tað er klárt, at tað er torført at greiða frá, hví man skal hava eitt alment oljufelag, tá man hevur onnur amboð. Eitt, sum vit ikki eru harrar yvir, eru oljuprísirnir. Tá fyrireikingarnar til 1. útbjóðing byrjaðu vórðu teir undir 10 dollarar til í dag at vera omanfyri 25 ella upp ímóti 30 dollarum. Og eingin av okkum veit, hvat hann er um tríggjar mánaðir, tá freistin rennur út.
Árni Olafsson heldur tó, at tað er gott fyri okkum, at hann er so høgur sum til ber, áðrenn rundan byrjar. Tað kann vera eitt pluss fyri okkum, at feløgini hava fleiri pengar at bora fyri. Jú hægri prísurin er, jú fleiri pengar hava tey at bora fyri her hjá okkum.
Møguleikar at virka
Hvørjar sær Árni Olafsson sum tær størstu avbjóðingarnar fyri framman?
-Tað er fyrst hetta, sum vit leggja so stóran dent á, hvussu føroyingar skulu vera við í vinnuni, og hvussu man ger tað. Síðani er tað hetta við samfelagsstýringini av vinnuni. At teir myndugleikar, sum skulu umboða tey føroysku samfelagsáhugamálini, fáa møguleikar at virka, tvs. játtanir og starvsfólk, soleiðis at teir kunnu útinna sítt arbeiði. Eisini so at t.d. jarðfrøðisstovnurin verður útbygdur, soleiðis at man í Føroyum kann útbyggja eina vitan um sjálvt tilfeingi, tvs. undirgrundina, sum samsvarar við vitanina hjá oljufeløgunum.
Tvætl at tosa um Kuwaittilstandir
Tá tosað verður um teir nógvu pengarnar, sum kunnu koma inn í føroyska samfelagið frá eini oljuvinnu og hvussu teir kunnu avlaga samfelagið sigur Árni Olafsson, at vit skulu ikki gloyma, at framleiðslukostnaðurin uppá fatið í Føroyum er so mikið nógv hægri enn í Kuwait, at tað verður altíð tvætl at samanbera Føroyar við Kuwait.
-Sjálvandi verður vónandi eitt avlop, sum samfelagið fær sín part av, men tað fer at vera ein sera óviss inntøka bæði við royalty, partafelagsskatti og serskatti, um prísurin verður 10 dollarar, men er hann 30 dollarar so verður talan um nógvar pengar. Tí er neyðugt við einum grunni av onkrum slag, soleiðis at man fær isolerað teir pengarnar frá landskassanum, og tað havi eg eisini fatan av, at okkara politikarar meina.
Vandamál
Hóast Árni Olafsson ikki heldur, at vit í løtuni eiga at vera so stúrin og skeptisk um oljuvinnuna, so viðgongur hann tó, at í kjalarvørrinum á hesi vinnu eru mong vandamál, har vit mugu vera á varðhaldi. Her eitt nú umhvørvismálini.
-Vit mugu hava eitt vælvirkandi eftirlit, og vit mugu heldur ikki vera bangin fyri at leggja uppí, um oljufeløgini ikki gera sum tey skulu. Og tí er hetta so umráðandi, at nettupp okkara politikarar geva sær far um, at teir myndugleikar, sum skulu hava eftirlit við bæði arbeiðsymhvørvi og vanliga umhvørvinum fáa teir midlar teir hava tørv á. Tað kann nevniliga blíva sera dýrt í seinna enda, um man ikki hevur tað.
Tá vit spyrja Árna Olafsson, um hann heldur vit eiga at taka møguliga olju uppá land í Føroyum sigur hann, at hetta er ein av spurningunum, sum okkara politikarar skulu taka støðu til. Hann hevur einki endaligt og einfalt svar her og nú men vísir til, at tann stóra umhvørvisvanlukkan í Hetlandi hevði einki at gera við tað, at oljan verður flutt til lands har. Tað var ein tangabátur, sum kom siglandi framvið úr Noregi til USA, sum elvdi til dálkingina.
-So verður tað umsitið væl og virðiliga nýtist tað ikki at hava við sær stórar trupulleikar. Umframt stóra oljuterminalin í Sullom Voe í Hetlandi finst eisini ein tílíkur í Orkoyggjunum, Flotta og har er alt reint og nossligt vísir Árni á.
Tá vit spyrja Árna Olafsson, um tað ikki er vandi í tí, at partar av verandi vinnu leggja um til oljuvinnu - og oljuprísurin so bráddliga fer í botn - sigur Árni Olafsson, at ein oljuleið, sum er farin í gongd, hon heldur fram hóast prísirnir fella. Men tað kann sjálvandi gera, at nýggjar leiðir fara ikki í gongd. Tí er tað heldur ikki rætt bara at satsa uppá eitt øki.
Stór krøv til íløgur
Tá prátið fer inn á møguleikarnar fyri at finna olju heldur Árni Olafsson fyri, at tað er ikki bara nokk at finna nakrar dropar av olju. Man skal finna nóg mikið til at tað lønar seg at gera íløgur. Tvs. at tað skulu vera nokk so nógvar treytir gingnar á møti, áðrenn tað gevur pengar av sær. Tí eru tað bara tey stóru oljufeløgini, sum hava ta fíggjarligu styrkina at taka tann vágan at brúka nakrar hundrað milliónir uppá boringar uttan kanska at fáa nakað sum helst burtur úr.
Eitt tað seinasta, sum Árni Olafsson hevur havt við oljumálið at gera, var lutur hansara í einum av arbeiðsbólkunum, sum nú undan útbjóðingarrunduni skuldi gera tilfar klárt. Nú umsóknirnar skulu metast er møguleiki fyri, at boð aftur verða eftir Árna. Hann hevur einki ímóti tí. Hann hevur heldur ikki kett seg. Tað hevur verið ein áhugaverd tíð, sum fyri Árna vónandi kann halda fram í eina tíð aftrat.
Annars er eingin vandi fyri, at Árni Olafsson gerst arbeiðsleysur ella fer at keða seg. Tí fyri framman liggja enn stórar arbeiðsuppgávur - av tí tyngra slagnum - Árni skal fáa okkum eina líkinda avtalu við íslendingar um markið, og so verður tað stóra takið at fáa okkum sum frægast burtur av tí stóra bitanum, Rock All og Hatton-háslættanum fyri sunnan, sum fimm lond togast um.
Í dag starvast Árni Olafsson sum serkønur í føroyskum málum í danska uttanríkisráðnum. So hvør veit um tað ikki eisini fara at verða boð eftir honum til aðrar stórar og spennandi uppgávur, nú avtalur millum Danmark og Føroyar standa so ovarliga á dagskránni.