Við El & Tele 27.000 kilometrar upp í luftina

Samskiftisfyritøkan El & Tele hevur gjørt avtalu við bretska fyritøku um at veita tráðleyst internetsamband gjøgnum fylgisvein. Sostatt ber nú til binda deildir hjá fyritøkum saman við tráðleysum sambandi, og harafturat kunnu lítlar bygdir og oyggjar bindast bindast saman í felags net, sum síðani senda víðari til fylgisveinin í 27.000 metra hædd

Møguleikarnir hjá føroyingum at útvega sær internetsamband mennast í hvørjum, og nú bjóðar samskiftisfyritøkan El & Tele á Argjaboðagøtu 7 á Argjum viðskiftafólki eina nýggja tænastu við tráðleysum interneti. El & Tele hevur nevniliga gjørt avtalu við General Technologies Ltd, ið heldur til í Oxford, um at veita føroyingum tráðleyst internetsamband og er nú einkarumboð í Føroyum fyri hesar tænastur.
Fyritøkan El & Tele hevur annars higartil bert verið før fyri at veitt tænastur í Havn og einum parti av Skálafjørðinum og Kollafirði, men av tí at El & Tele nú bert er annað lið til fylgisveinin Astra ? 1. liðið er fyritøkan í Oxford ? hevur tað frá mikudegnum, tá útgerðin varð tikin í nýtslu, einki at siga, hvar tú ert staddur í landinum. Internetsambandið hjá El & Tele gongur gjøgnum hendan fylgisveinin, og kemur sambandið tí úr 27.000 kilometra hædd og fer líka niður til Týsklands at venda tað stutta bilið, tað hevur at ferðast. Eisini eru møguleikar fyri øðrum samskiftishættum enn bert interneti í hesari skipan.

Í samsvar við Landsstýrið

Rasmus Magnussen, stjóri á El & Tele, sum varð stovnað í 1999 og í dag hevur 20 fólk í arbeiði, er vælnøgdur við avtaluna, sum tey hava gjørt við bretsku fyritøkuna, og heldur hann, at møguleikarnir, sum internetsamband gjøgnum fylgisvein gevur, samsvara rættiliga væl við ætlanirnar hjá Landsstýrinum um, at allir føroyingar skulu hava atgongd til breiðbandsinternet við árslok næsta ár.
Umframt at lítlar bygdir ella oyggjar kunnu taka seg saman og útvega sær internetsamband í felag, so er hendan nýggja tænastan eisini ætlað fyritøkum, sum hava fleiri deildir kring landið og hava tørv á innanhýsis sambandi. Tað sama er galdandi við fyritøkum, sum hava deildir uttanlands og skulu samskifta innanhýsis á egnum neti. Tað einasta, ið krevst er, at signalið skal 27.000 kilometrar upp í luftina áðrenn.

Veldst um tørv

Møguleikarnir eru nevniliga nógvir við fylgisveinasambandinum, og nevnir Rasmus Magnussen t.d. arbeiðsháttin hjá læknum, tá serkunnleiki verður veittur gjøgnum fjarskifti. Hetta kann eitt nú gerast við at biðja ein serfrøðing í New York fylgja við eini skurðviðgerð á Landssjúkrahúsinum, bert fyri at nevna eitt hugsað dømi. Harafturímóti er fylgisveinasamband ikki so væl egnað til telduspøl o.t.
Enn vil El & Tele ikki avdúka nakrar prísir á nýggju tænastuni. Hetta gera tey, bæði av kappingarávum, men eisini, av tí, av tí, at tað veldst um tørv, sum jú ikki er tann sami hjá einum privatum húski og einum virki við fleiri deildum.
Men Rasmus Magnussen vil tó vera við, at El & Tele er kappingarført og er ikki í sama mun áður bundið at netinum hjá Føroya Tele. Harafturat ger tað tráðleysa sambandið, at El & Tele hevur møguleika til at bjóða samskiftistænastur til viðskiftafólk uttanlands, og nevnir Rasmus Magnussen Ísland sum ein møguligan marknað. Í øllum førum spæla teinur og fjarstøða ikki so stóran leiklut í hesum tráðleysa fjarskiftissamskifti, sum bert skal finna sær leiðina upp til fylgisveinin, ið sveimar í erva.