Viðgera mvg á elbilar og hitapumpur í morgin

Hóast eingin lóg er, so verður mvg afturbering til el-bilar og hitapumpur

Fíggjarnevndin fer í morgin at viðgera málið um el-bilar og hitapumpur. Málið snýr seg um, at lógin, sum loyvir mvg afturbering fyri hitapumpum í húsum og fyri keyp av el-bilum, fór úr gildi á nýggjárinum.

Tann 8. desember kom uppskotið frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um at leingja lógina, í Løgtingið. Men av tí at hann hevði knýtt ymiskt annað upp í lógaruppskotið, so metti fíggjarnevndin seg ikki hava stundir at vigðera málið, áðrenn tingið fór í jólafrí.

Tað segði Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, við kringvarpið um vikuskiftið.

Sambært fíggjarnevndarformanninum snúði málið seg nú um hybridbilar, plug-in hybridbilar, um hýruvognar og um innflutning av brúktum bilum.

Hann sigur, at ongar hoyringar hava verið, so fíggjarnevndin má útvega sær vitan um málið á annan hátt.

– Men fólk skulu ikki óttast fyri, at upprunaliga ætlanin við málinum verða samtykt, segði Magnus Rasmussen.

Tí mvg afturbering av el-bilum og fyri keyp á hitapumpum verður í øllum førum samtykt, segði hann, og við virknaði frá 1. januar. So eingin orsøk er at avlýsa, sum onkur í hesum døgum hevur keypt el-bil ella hitapumpu, segði hann við Kringvarpið.

Fundur verður sum sagt í fíggjarnevndini í morgin klokkan 11 við hesi dagsskrá:

Skrá    

1          Gerðabók

2          LM-057/2020 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2019

3          LM-063/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)

4          LM-065/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)

5          LM-066/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)

6          LM-067/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)