Havn: Tey sótu øll sum á nálum, meðan Niklái á Neystalofti bilsin sá, hvussu ein rættur gyklari arbeiðir.
Staðið var Badmintonhøllin í Havn, har Nósi helt sín føðingardag fyri børnum í Suðurstreymoy. Saman við Nikláa vóru tveir av vinmonnum hansara gyklarin Ásbjørn Berthelsen og búktalarin Absalon Áargarð.
Í hondini hevði Ásbjørn ein blokk við pappírum. Hann spurdi Nikláa, hvat hetta var og løtu seinni var hesin blokkurin vorðin til 50 kr. seðlar.
Spurningurin var, hvat hann so skuldi nýta sína pengar til?
- Teir ætli eg mær at brúka, var Niklái skjótur at svara.
Men hann fekk svar uppá tiltalu, tí pengarnar teir setur ein í bankan Føroya Banka, undirforstaðið.
Hetta showið var ein partur av føðingardegshaldinum í Havn, har í hóptatali av børnum og vaksnum høvdu leitað sær.
Showið varð fyrst framført á middegi og aftur seinnapartin, fyri at øll skuldu fáa ríkiligt at plássi og fáa alt við.
Á hvørjum staði hava børnini eisini havt møguleika at senda inn tekningar. Og á øllum støðum hevur ein so kosið vinnarar fyri bestu tekningina.
Mynd: Álvur Haraldsen