Sølva Ford
-----------
Eg má siga, at eg gjørdist ikki sørt illa við, tá eg las omanfyrinevndu grein, ið var grundað á samrøðu við meg 7. juli. Greinin var meira og minni misvísandi, í støðum reingjan av fakta – alt í alt bar hon brá av at vera skundað ígjøgnum.
Nakrar rættingar
Á sambýlinum í Kollafirði eru vit niðurskornar við einum starvsfólki í dagvaktini. Tað hava ongantíð verið tvær heimahjálpir á økinum og ei heldur er bara ein har í dag. Tað eru uml. átta starvsfólk, sum skiftast um at fara út á økið, ein hvørja ferð. Inni á sambýlinum er ein køksvakt, sum møtir kl. 07.00 og eitt arbeiðsfólk, sum møtir kl. 08.00. Økisvaktin møtir eisini kl.08.00 og skiftir ímillum at hjálpa til inni á sambýlinum og at taka sær av brúkarum úti á økinum. Av tí at eitt starvsfolk er skorið burtur av dagvaktini, má økisvaktin also eisini hjálpa til inni í røktini og er liðug kl. 16.00 í mun til kl.14.00 sum tað var áðrenn niðurskurðin.
Í greinini varð tosað við tveir brúkarar úti á økinum, og kom har fram, at annar teirra hevði skaða í beininum og tørv á eyka hjálp, men fekk bert einar tvær reingerðir um mánaðan. Hetta er beinleiðis skeift. Økisvaktin vitjar tvær ferðir um dagin hjá viðkomandi, og sjúkrasysturin vitjar eina ferð um dagin. Umframt hetta fær viðkomandi reingerð fjúrtanda hvønn dag, sum er tað vanliga, ið verður bjóðað.
Tað, sum eg fyrst og fremst tosaði um við fjølmiðlafólkið, var, at eg eftirlýsti ein samanhang ímillum Eden konseptið og niðurskering av starvsfólki hjá okkum á sambýlinum í Kollafirði. Eg havi starvast har í eitt ár sum ófaklært hjálparfólk, og havi eg sæð og merkt arbeiðsbyrðuna, sum eg persónliga meti vera sera tunga. Eg var sera glað um, at vit fingu í boðið at sleppa á Eden-skeið, men fann ikki tann reyða tráðin aftur, tá ið vit stutt eftir hetta vóru skornar niður við einum arbeiðsfólki. Var tað torført at útføra Eden konseptið áðrenn, var tað ógjørligt nú, meini eg. Hetta er als ikki tikið við í greinini.
Eden hugsjónin
Eden hugsjónin fevnir um at nøkta tørvin hjá brúkaranum til fulnar bæðið likamliga og sálarliga (mentalt). Í høvusheitum eru tað trý viðurskifti, sum tyngja lívið hjá einum gomlum menniskja. Hesi eru: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi.
Einsemi kann fyribyrgast, við at tað kemur lív í húsið við til dømis vitjan av barnagørðum, við húsdjórum og at búðfólkið merkir vinalag.
Keðsemi kann fyribyrgjast við at ansa eftir, at alt ikki bert verður rutina, men heldur at lata spontanitetin lita dagligdagin.
Hjálparloysi kann fyribyrgjast við at lata búfólkið sleppa at taka sær av uppgávum, sum tey megnað eftir førimuni og harvið geva teimum eina kenslu av at hava ábyrgd, og at tað er brúk fyri teimum.
Meiningin er, at Eden hugsjónin skal innførast á eldrasambýlinum í Kollafirði, eins og hon er fleiri aðra staðni í Føroyum, men kemur hetta í fyrsta lagi uppá tal eftir summarferiuna. Hugsjónin krevur hugburðsbroyting og tekur langa tíð at fáa at virka. Eg ivist onga løtu í, at starvsfólkið á sambýlinum í Kollafirði eru opin fyri hesum og longu royna ella kanska altíð hava roynt at arbeitt sum frægast eftir hesi hugsjón.
Væl fyri viðvíkjandi arbeiðsfólki
Eg havi fingið at vita frá leiðsluni, at vit eru/vóru væl fyri viðvíkjandi arbeiðsfólki í mun til onnur sambýli, og var hetta grundin til niðurskeringina. Veruliga støðan er tó, at eisini á øðrum sambýlum eru starvsfólkini strongd, alt eftir hvussu tungir brúkararnir eru, men sjálvt har sum tað haltar, kemur hetta ikki alment fram. Í øllum hesum skal undirstrikast, at tað er brúkarin (úti á økinum) og búfólkið (inni á stovninum) sum er tann stóri taparin, og eftirsum at vælvera teirra gomlu er mítt hjartamál, sá eg meg noyddan at gera vart við støðuna. Er tað veruliga so, at alt er gott, bara brúkarin er komin upp, vaskaður, í stroknum klæðum og fær at eta??? Tí sum nú er, er ikki tíð til annað í dagtímunum.
Eitt eldrasambýli er roknað til eldri fólk, sum eru væl fyri
Eldrasambýlið í Kollafirði heldur til í einum vanligum sethúsum, sum fyrr eisini hevur virkað sum banki. Fyrsti leiðarin varð settur í fjør heyst, og vóru tá nakrar broytingar settar í verk í strukturinum. Eisini vórðu tiltrongdar ábøtur gjørdar á húsið, sum tildømis ein útbygningur til stovuna. Eitt eldrasambýli er roknað til eldri fólk, sum eru væl fyri. Um eitt av búfólkunum hevur/fær ein serligan tørv av eini ella aðrari orðsøk, eigur tað at sleppa inn á eitt røktarheim. Av teimum sjey fólkunum, sum búgva á sambýlinum, eru bara tvey væl fyri. Restin eru búfolk við serligum tørvi, eitt nú sita tvey teirra í koyristóli. Seks av búfólkunum hava kamar á aðru hædd, og eg tori ikki at hugsa um fylgjurnar, um eldur skuldi komið í. Tað er onki røktarheim, sum fær tikið okkara “tungu” búðfólk inn í løtuni, tí tað er mangul uppá røktarheim. Havi tosað við leiðsluna um henda trupulleika og fekk tá at vita: Viðvíkjandi bygging av røktarheimum er projektering í gongd til eitt røktarheim til 24 fólk í Tórshavn, eitt til 24 fólk í Vestmanna, eitt til 24 fólk í Suðuroy og somuleiðis eitt til 24 fólk á Viðareiði. Hesi verða liðug um eini 3 ár, og kemur tað at hava stóran týdning fyri eldrasambýlini, sum tá kunnu taka tey gomlu, sum eru betur fyri, men ikki kunnu vera einsamøll. Hetta er veruliga gleðiligt at hoyra, men tað er long tíð at bíða og tað hjálpir onki her og nú.
Her má ikki sparast!
Eg kundi hugsað mær, at vit á eldrasambýlinum í Kollafirði fingu eitt hjálparfólk afturat, sum primert tók sær av tí húsliga, t.v.s. reingerð og vaskiklæðum og kanska matgerð eisini. So kundu vit í røktini tikið okkum betri stundir til tað einstaka búfólkið. Eg vil bjóða einum og hvørjum politikkara at koma við mær ein dag til arbeiðis, ella hann/hon kundi sett seg í ein koyristól inni á sambýlinum og roynt at sitið har ein heilan dag og fingið hjálp við øllum. Eg trúgvi, at tað er fáur, ið kann ímynda sær, hvussu tað veruliga er at vera gamal og hjálparleysur. Eldrarøkt er kostnaðarmikil, livialdurin er hækkaður, og vit fáa tí støðugt fleiri eldri fólk at taka okkum av, men her má og skal ikki sparast. Latið okkum bara síggja í eyguni, at vit sjálvi fyrr ella seinni enda á einum eldrasambýli ella røktarheimi. Hvussu ynskja vit, at tað skal vera tá?