Katrin Bjarnadóttir, leiðari á Vøggustovuna á Konmansmýru
Eg vil takað undir við Heðin Mortensen um at øll børn eiga at fáa tilboð um ansingarpláss. Tað er eisini heilt í tráð við tað nýggju dagstovnalógina - men tað ber ikki til at koyra børn á stovn uttan at kaga eftir kyn og aldur.
Leivur Hansen hevur ætlanir um at leggja bíðilistan út á heimasíðuna hjá Býráðnum tað dugi eg ikki at síggja nakra nyttu í, tað fer bert at skapa enn meira øsing millum foreldur og kanska elva til persónligt agg millum fólk.
Sum vøggustovuleiðari noyðist eg at hugsa minst 3 ár fram í tíðina tá eg taka nýggj børn inn á stovnin, tí eg má tryggja mær (og foreldrunum) at hetta fitta barn, ið kemur inn á vøggustovuna eisini sleppur í barnagarð tá tað verður umleið trý ár.
Fyri fáum árum síðani vóru børnini 1/2 ár tá tey byrjaðu á stovnið, men nú eru flestu børnini fylt ár og nógv eru enn eldri áðrenn tey byrja í vøggustovu.
Í vøggustovu ganga børnini nú í knapt 2 ár, meðan tey í barnagarði ganga frá tey eru 3 til 7 ár, tað vil siga 4 ár og so skal ein ikki verða professari fyri at rokna út at tað letur seg ikki gera at taka børnini inn 100 % eftir bíðilistanum hjá Býráðnum. Vit rekað ein stovn og noyðast tí at leggja arbeiði til rættis so at vit hava eina javna útskifting av børnum og ikki skifta øll børnini á stovninum í senn.
Hetta merkir als ikki at eg ikki meti at gangast skal eftir bíðilistanum, men eg noyðist at vísa á hvat tað hevði merkt fyri okkara stovn. Skuldu vit í ár tiki øll tey børn, ið eru fødd í 1998 og 1999, og onga ansing hava, merkir tað at vit koma at hava nøkur vøggustovubørn, ið standa við sviði soð og skulu ganga í vøggustovu til tey eru 4 - 5 ár áðrenn tey sleppa í barnagarð, og harvið forða tey fyri at fleiri smábørn sleppa á stovn.
Ein og hvør, ið kennir eitt sindur til vøggustovulív veit at stovnanir eru ikki útgjørdir til at nøkta tørvin hjá børnum eldri enn 3 ár. Vøggustovur eru bygdar og útgjørdar til at nøkta tørvin fyri avbjóðingar til børn undir 3 ár.
Góðu Heðin og Leivur, nær fara tit, ið sita í Býráðnum at síggja veruleikan sum hann er ?
Ein ógvuliga áhugaverdur pallborðsfundur var í Norðurlandahúsinum 27.09.2000, har millum onnur tit báðir sótu í panelinum og vóru spurdir um tit ætlaðu at loysa trupuleikan við barnaansingini, hvussu og um tað skuldi verða parkering ella mennandi tilboð ?
Nógv foreldur og stovnsfólk vóru komin at lurta og bíðaðu spent eftir svarunum.
Heðin Mortensen, førdi tá fram at ansing varð eingin trupulleiki, men eitt fólkaligt krav og at fleiri stovnar skuldu byggjast um tørvur var á tí ella virkir kundu gera ansingarstovnar, at barnaansing ikki var ein útreiðsla men ein íløga fyri samfelagið.
Leivur Hansen segði, at ikki bleiv helma í áðrenn trupulleikin var loystur, vælvitandi at tað tekur nøkur ár.
Trygging bleiv givin um at kvaliteturin (dygdin) av ansingini skal verða í hásætið eisini við alternativum loysnum.
Hetta vóru søt orð í oyrunum á okkum, ið ynskja fleiri stovnar, við mennandi tilboðum til tey børn, ið skulu verða har, men eg dugi ikki at síggja at tit halda orð við nú at føra fram at børnini skulu inn á stovnanar líkamikið hvat tað merkir fyri arbeiði á stovnunum og tað tilrættislegging, ið har fer fram.
Havnin er voksin út um allar breddar og tað einasta sum ikki veksur er talið á stovnum - jú eg eri klár yvir at fleiri stovnar eru bygdir og útbygdir, men tað er ikki nóg mikið, enn væntað fleiri pláss og tørvurin minkar ikki komandi árini.
Tað er ov bíligt at leggja Svarta Per út á stovnarnar og siga at tað eru vit, ið hava skyldina av at bíðilistin ikki verður fylgdur, tí vit velja eftir kyn og aldur. Bíðilistin kemur ongantíð at minkað munandi um ikki fleiri Vøggustovur og Barnagarðar verða bygdar.
Børnini, ið skulu á stovn í ár hava fingið boð og tað gerst ikki umaftur. Foreldur, ið hava fingið pláss skulu ikki føla seg skyldug tí tey taka av plássinum, sjálvt um tey kenna børn, ið eru eldri enn teirra egnu, ið ikki hava fingið tilboð um ansing.
Vit sum stovnsleiðarar eiga eisini at hava góða samvitsku og vit á Konmansmýru gleða okkum til tey nýggju børnini og foreldur teirra byrja hjá okkum.