Bleiv ikki sørt skakkur at hoyra Kjartan Joensen í útvarpinum í morgun, har hann av tingsins røðarapalli, kallar ynski hjá uml. 90% av leirvíkingum fyri ein luksustrupulleika .
Leirvíkingar hava ongan luksustrupulleika, men bert eitt sakligt krav um, at vegaføringin frá Norðoyatunlinum ikki verður løgd ígjøgnum okkara besta byggilendi.
Fáa Vinnumálaráðið og Landsverk sín vilja, leggja teir ein landsveg ígjøgnum okkara besta byggilendi, og vit missa eini 120 grundstykkir, sum svarar til umleið 20% av eftirverandi byggilendinum, umframt at bygdin verður deild í tvey - hetta koma vit ongantíð at góðtaka!!
At Kjartan Joensen ikki er samdur við fjøldini í Leirvík, hevur hann sín fulla rætt til, men vælsignaði maður halt uppat við at niðurgera okkum.