Til hettar kann sigast, at ein embætismaður skal verða loyalur yvir fyri sitandi samgongu. Tað vil siga, at viðkomandi - samstundis at hann er sakligur ? skal virka fyri, at tann politikkur, sum er settur út í kortið, verður gjøgnumførdur. Um hann ikki ger tað, verður hann í vanligum førum settur í annað starv.
Aðrastaðni í oddagreinini stendur m.a., at "Fólk hava gjørt vart við, at sera lítið var gjørt við loysnir millum heimastýri og fullveldi innan fyri danska grundlóg, og at menn vóru ov bráir at avskriva henda møguleika«.
Vanligt er, at sitandi samgonga/landsstýri ger eitt kommissorium/arbeiðssetning til ein bólk av fólki, sum landsstýrið setir.
Hetta er vanligur fyrisitingarsiður og kanska eina mest í politiskum settum nevndum. Hvítabók er sjálvandi skrivað eftir tí politiska málinum, sum ein politiskur meiriluti var fyri. Ein dugnaligur embætismaður í einum lítlum landi sum Føroyum skal helst arbeiða eftir klárum politiskum máli og halda seg innan hendan karm. Akademikarar eru sjálvsagt sjálvdan einigir í einum arbeiðssetningi, men eru teir ikki tað, so mugu teir finna sær annað starv.
Hjá tí vanliga embætismanninum er dagliga ein konflikt í millum tann førda politikkin og tí akademiska hugburðinum, men her er hann noyddur til at halda seg til politikkin og ikki til hansara egna hugsan. Tó hevur hann møguleika til at koma við egnum sjónarmiðum, um biðið verður um tað.
Í størri londum verða teir miðfyrisitingarligu embætismennirnir settir politisk. Um hettar er møguligt ella neyðugt í Føroyum, er ein stórur spurningur.