Viðmerking til samrøðu við Jóannes Eidesgaard í Sosialinum hevði 16. januar 2001

Vísandi til grein í Sosialinum 16. januar 2001, har formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, leggur P/F Atlantic Petroleum/Atlants Kolvetni undir at hava ávirkað oljufeløgini at leggja eina møguliga oljuhavn í Tórshavn, vil undirritaði sum stjóri í felagnum koma við hesi viðmerking.

 

Atlanic Petroleum er eitt oljufelag, ið hevur sum høvuðsendamál at leita eftir, útvinna, og selja olju. Felagið er føroyskt og hevur fingið leitiloyvi í føroyskum øki, men hevur ikki avmarkað sítt viksemi til føroyskt øki. Felagið hevur ongantíð havt nakað við útgerðarhavnir ella aðra tænastuvinna at gera, og fer heldur ikki í holt við hetta virksemi. Hinvegin keypa oljufeløg eitt ótal av vørum og tænastum har tær eru bestar og kunnu fást til rættan prís. So tað er sera týdningarmikið at hesi virkisøki eru atskilt.

Gott 2000 partaeigarar eiga partapeningin í Atlantic Petroleum, og eru hesir rímuliga javnt býttir út um alt føroya land. Tað er eingin høvuðspartaeigari í felagnum. Felagið varð í síni tíð sett á stovn fyri at áhugaðir íleggjarar kundu fáa ein møguleika at gera íløgur í eina komandi føroyska oljuvinnu, og eisini fyri at føroyskt vinnulív kundi taka ein virknan leiklut í sjálvari oljuleitingini, við munagóðum avkasti fyri eyga. Felagið varð ikki stovnað fyri at leggja ein aktivitet her ella har.

Støðan er akkurát hin øvugta av, tí sum verður ført fram í greinini. Í samstarvsavtaluni millum Atlants Kolvetni og hini feløgini í Faroese Partnership, eru settar heilt greiðar reglur, so ikki bland kemur í. Nevnd og stjórn í AK fráskriva sær beinleiðis rættin til at vera við í avgerðum um útbjóðing og keyp av tænastum, um so er at illgruni kann vera um, at nevnd ella stjórn kunnu hava serligan áhuga í einum útboði ella øðrum, sum samtakið skal royna at fáa upp bestu handilsligu treytir.

Vónandi kunnu hesar reglur greiða ta misskiljing, ið greinin í Sosialinum byggir á.