Hasin maðurin burdi verið settur í gapistokk niðri á vaglinum.
Nógv verri enn illimaður.
Spassari.
?Anbefale Jenis av Rana i stedet at hoppe i havnen fra Tinganes.
Konufólkahatari.
Hann er tað ónda í okkara samfelag.
?tekur teg saman og sigur teg úr starvi og fert at begrava teg onkustaðni langt vekk.
Fylgisveinur hjá Hitler.
Asshole.
Idiot.
Skabsbøsse.
Jenis skuldi verið brendur á báli fyri at uppføra seg soleiðis! Tað er ikki hissini viðmerkingar, sum Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur lagt rygg til seinastu dagarnar. Aftaná, at hann takkaði nei at sita til borðs við Jóhannu Sigurdardóttir, íslendsku forsætisráðkvinnuni, og frú hennara, hava fleiri kjakarar á kjaksíðum langa út eftir formanninum.
Men hóast ávísur kjakari vil, at Jenis av Rana skal brennast á bálið, so er tað ikki brot á lógirnar.
Tað sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, við Rás2 í dag.
- Talu-og skrivifrælsur gevur okkum rætt til at hava meiningar. Tað vísa lógirnar í demokratiinum, sum vit búgva í. Tað er munur á meiningum og hóttanum. At ynskja, at Jenis av Rana skal brennast á báli, er ikki ein hóttan. Tí fara viðmerkingarnar ikki út um markið. Hinvegin kunnu politikarar altíð vænta sær positivar og negativar reaktiónir frá fólki, sigur Bjørn á Heygum.
Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, metir, at Jenis av Rana hevur brotið grein 266-b í revsilógini, tá hann noktaði at sita til borðs við íslendska forsætisráðharranum og konu hennara, tí tey eru samkynd.
- Tað er í øllum førum tætt við, sigur Jógvan Páll Lassen í Sosialinum í dag.
Lesið eisini »Jenis við Politiken: Fólkið er á mínari síðu«
Lesið greinina »Jóhanna tagdi um Jenis og døgurðan«
Lesið greinina »Løgmaður: Skamma teg Jenis!«
Lesið greinina »Jenis á Ekstra Blaðnum«