Hátíðardagurin byrjaði við at hornorkestrið spældi á Býráðstrappuni, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í móti. Eftir nakrar lívligar sangir bjóðaði borgarstjórin til morgunmatar í Posthúskjallarinum.
Seinni vitjaðu teir glaðu blásararnir í Miðlahúsinum, har teir spældu fyri lurtarunum á Rás2.
Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum í Havn telur 15 spælarar. Síðan 1992 hevur Finngerð Djurhuus Olsen verið orkesturleiðari. Hon tók við eftir Karl Olsen, vanliga nevndur Kalle.