Við sjúkrasong og handan læstar dyr

- Mítt kirkjulið eru fólk, avskorin ella sett til síðis av sjúku ella brotsgerð. Á sjúkrahúsinum stendst ivin ofta av, hvørt tey gerast frísk og fara at megna tað sama sum áður, meðan ivin í arrestini sum oftast byggir á, hvørt tey fara at vera góðtikin av familju og samfelagnum, tá tíðin er sitin. Mín uppgáva er tó tann sama, nevniliga at lurta og koma við andaligari vegleiðing, og annars hjálpa teimum víðari í lívinum, sigur Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og fongsulsprestur

Vanligt er at siga, at prestakjólin heldur sjey ár, áðrenn hann er útslitin. Er hetta eftirfarandi, so hevði Sverri Steinhólm tann 1. desember slitið sín fyrsta prestakjóla í starvinum sum prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Sverri Steinhólm er ein av fýra prestum við tilknýti til dómkirkjuna, og hevur eisini til uppgávu at prædika í Kaldbak, á Hvítanesi og í Nólsoy. Tó fevnir hansara starv fyrst og fremst um landssjúkrahúsið og varðhaldið í Havn.
- Umleið ein tíggjundapartur av míni tíð fer til arbeiðið í dómkirkjuni og kirkjunum í Kaldbak og í Nólsoy, meðan restin verður nýtt á landssjúkrahúsinum og í varðhaldinum, sigur Sverri Steinhólm. Hann er 39 ára gamal, ættaður av Toftum, hevur konu úr Havn sum eitur Armgarð og eiga tey fýra børn.
Stutt eftir, at Sverri tók við prestastarvinum fluttu hann og familjan inn í aldargamla og hugnaliga prestagarðin í Sandagerði, haðan hann úr stovuni hevur útsýni yvir á landssjúkrahúsið.
- Tá eg tók við prestastarvinum visti eg, at hetta starvið helst fór at vera eitt sindur øðrvísi enn onnur prestastørv. Eg havi til dømis einki kirkjulið á sama hátt sum serliga prestarnir á bygd, har prestur kennir hvørt mansbarn í sóknini. Eg komi í samband við sera nógv fólk millum ár og dag, men eg má viðganga, at eg so langt frá kenni tey øll aftur. Men í mínum starvi havi eg aðrar avbjóðingar og aðrar uppgávur, ið eg meti vera áhugaverdar, greiðir Sverri Steinhólm frá og leggur afturat:
- Viðhvørt sakni eg at hava eitt fast kirkjulið, eg sakni "meinigheitina" - men tó visti eg frá fyrsta degi, hvat tað var fyri starv, ið eg søkti, og hvat tað innibar.
Gudstænastu á røktardeildini
Fyrstu árini sum sjúkrahúsprestur plagdi Sverri Steinhólm at halda gudstænastu í kapellinum sunnudagar. Men hann hevur síðan valt at flyta gudstænastuna yvir á røktardeildina.Tað vísti seg nevniliga, at illa bar til hjá nógvum av teimum, ið sita í koyristóli, at klára túrin oman á kapellið einsamøll, og tá lítið var av starvsfólki at hjálpa teimum oman, settust nógv aftur. Eisini vóru tað summi, ið samantvinnaðu kapellið við tað dapra og deyðan, og høvdu lítlan hug at koma har til vanliga gudstænastu.
- Vanliga eru millum 12 og 20 fólk til gudstænastuna, ið annars fer fram sum vanlig gudstænasta, greiðir Sverri frá. Afturat hesi gudstænastu hevur hann skiftivís andakt á deildunum B5, B6 og B7 seinnapart hósdagar, umframt at hann hevur gudstænastu á psykiatrisku deild eina til tvær ferðir um mánaðin á dagdeildini Varðanum, fyrr D4. Umleið eina ferð um vikuna er hann til bønarhald í kapellinum.
Má duga at vegleiða og at lurta
Men gudstænasturnar og andaktirnar eru bara ein partur av arbeiðinum hjá sjúkrahúsprestinum. Stórur partur av tíðini á landssjúkrahúsinum verður nýtt til at tosa við fólk, at lurta.
- Sum sjúkrahúsprestur komi eg í nógvar ymiskar støður, har eg á kristna grundarlagnum skal royna at hjálpa fólki, ið hava tørv á tí. Eg komi ofta tætt inn at fólki, sum hava tað ringt og har ytru rammurnar eru um at sorast - tá er tað mín uppgáva at hjálpa fólki at síggja lívið í eini størri heild við ljósi úr Guds orði, at fáa andaligu rammurnar uppá pláss. Læknavísindin kann nógv, men viðhvørt mugu eisini læknarnir geva upp, og tá skal eg royna at hjálpa fólki víðari í lívinum, greiðir Sverri Steinhólm frá.
- Tíðum er tað so, at læknarnir kanska kunnu leingja tíðina hjá sjúklinginum nakað, men ikki bjarga lívinum. Tá gerst mín leiklutur enn størri, og tá upplivi eg mangan, at kristindómurin í hesi støðu gerst meira aktuellur og viðkomandi hjá teimum enn alt annað. Tað er helst ikki so løgið, tí í veruleikanum kanst tú spyrja teg sjálvan, at tá verðin hjá tær skramblar saman - hvat geri eg so, og hvar leiti eg mær hjálp tá, vísir Sverri á.
Ein partur av arbeiðinum hjá sjúkrahúsprestinum er at vitja deyðasjúk fólk. Sverri Steinhólm greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu fólk taka tað, tá tey fáa at vita, at nú skulu tey doyggja. Summi ynskja sjálvi at sleppa at tosa við prest eina seinastu ferð, meðan tað í øðrum føri eru starvsfólkini á deildini, ið kanska orða tað við sjúklingin, hvørt hann ella hon hevur hug at fáa vitjan av presti. Og tað kemur eisini fyri, at prestur á síni vitjan á deildini støkkur inn á gólvið hjá sjúklinginum at heilsa uppá, og sjúklingurin síðan fær hug at tosa um sína støðu.
- Tá fólk fáa at vita, at tey bara hava stutta tíð eftir, seta tey sum oftast sær sjálvum nógvar spurningar. Havi eg trúð nokk? Havi eg nú livað rætt? Havi eg nú givið børnunum tað rætta - trúnna á Jesus Kristus? Hesar og aðrar spurningar við seta mong sær sjálvum tá, greiðir Sverri frá.
- Eftir at tey hava fingið tey ringu boðini, vilja fólk sum oftast liva ta síðstu tíðina so "rætt" sum gjørligt. Tey leggja seg eftir at alt sum tey gera skal vera í lagi, og nógv viðurskifti skulu fáast uppá pláss, so einki liggur eftir tey. Í summum føri vilja tey fortelja mær eina dapra søgu, sum tey hava livað við leingi, men ikki torað at tosa við nakran um. Men eg upplivi eisini nógvar positivar samrøður, samrøður um viðurskifti millum menniskjað og Jesus Kristus, um ævinleikan og um takksemi fyri lívið, leggur Sverri Steinhólm afturat.
Á føðideildini
Tað kemur fyri, at boð verða send eftir presti av føðideildini til bráðfeingis dóp, tí at tað stendur um lív hjá barninum.
- Tað kann vera tí at læknar og foreldur ivast í, hvørt barnið fer at yvirliva, at boð verða send eftir mær, og ofta skal barnið sendast niður á Ríkissjúkrahúsið beinanvegin. Tá hendir tað seg, at foreldrini ynskja, at barnið verður doypt, skuldi tað nú hent, at tað ikki kláraði tað. Sum oftast batnar støðan, so við og við, og barnið yvirlivur, tíbetur. Men tíverri kemur eisini fyri, at barnið ikki klárar tað, greiðir Sverri frá.
Vanliga fer dópurin fram millum tólini á intensivu stovuni. Er støðan sera hættislig hjá barninum verður borið skjótt at, og Sverri minnist, at tað er komið fyri, at hann ikki so mikið sum hevur havt stundir at lata seg í prestakjólan áðrenn dópin. Men er tíð til tað, verður roynt at fáa løtuna so hugnaliga sum gjørligt.
- Vit hava vanliga eitt pent lítið borð við hvítum dúki til dópsfatið. Vanliga eru foreldur og kanska onkur onnur av teimum nærmastu til staðar, umframt nøkur av starvsfólkunum á deildini, ið samtíðis skulu halda vakið eyga við barninum. Eisini verður sálmur sungin áðrenn og eftir dóp, greiðir Sverri frá. Prestur skal tryggja, at formellu viðurskiftini eru í lagt, t.d. at barnið hevur eftirnavnið hjá mammuni, eru foreldrini ikki gift. Hetta er rættuliga vanligt, tí í Føroyum verður annað hvørt barn føtt uttanfyri hjúnarbandið. Eru foreldrini ikki gift eigur mamman barnið, til annað er formliga staðfest. Harumframt skal prestur tryggja, at navnið, ið foreldrini geva barninum, er í samsvari við navnalógina.
Men tað kemur eisini fyri, at barnið ikki megnar lívið, og antin er deyðføtt ella doyr beint eftir føðing.
- Tá er mín uppgáva fyrst og fremst at vera um tey avvarðandi. Vit hava vanliga eitt bønarhald á føðideildini ella á sekstímastovuni, áðrenn tey fara heim. Annars royni eg fyrst og fremst at tosa við foreldrini, greiðir Sverri frá, og leggur afturat, at hóast tað ikki ber til at doypa eitt deyðføtt barn, kann tað tó fáa eitt navn allíkavæl - tú kanst kanska kalla tað fyri eitt "brúksnavn" ella eitt kallinavn. Hetta navn kann seinni skrivast í kirkjubókina sum ein viðmerking.
- Eftir míni meting hevur tað ein sálarrøktarligan týdning, at foreldrini kunnu geva deyðfødda barninum eitt navn, tí so sleppa tey undan at siga "barnið" ella "tað" um barnið, tey mistu. Tað kann eisini hjálpa teimum til ikki at flýggja frá veruleikanum - sorgini. Tómleikin og kuldin, ið kemur við deyðanum, má ikki fortreingjast - tað er jú ein partur av veruleikanum, heldur eiga vit at tala um tað, vísir Sverri á.
Sverri Steinhólm greiðir frá, at í flestu førum ynskja foreldur at jarða deyðfødda barnið, eisini um tað bert verður skrásett sum eitt fostur, ið verður gjørt til viku 28. Orsøkin er millum annað fyri at gera seg sjálvan og nærumhvørvið kunnug um, at tað er veruligt. Hann metir, at eisini er týdningarmikið at fortelja systkjunum hjá barninum um, hvat er farið fram. Tí systkini hava jú glett seg til at fáa ein lítlabeiggja ella lítlasystur, og tey duga eisini at síggja, hvussu foreldrini hava tað, hóast foreldrini royna at goyma tað fyri børnunum, vísir hann á.
Hava tey fingið nakað burturúr
Ein partur av arbeiðinum hjá Sverra er at vitja á psykiatrisku deild. Umframt at vitja og hava gudstænastu fyri sjúklingunum, hendir tíðum, at fólk á deildini sjálvi koma og biðja um at tosa við prest.
- Eg merki mangan, at fólk á hesum deildunum eru sera opin fyri at tosa við meg um teirra trupulleikar. Talan kann vera um sera ymiskar trupulleikar, ið tey dragast við, alt eftir hvat fyri sjúku tey líða av. Mín uppgáva er tá fyrst og fremst at lurta eftir teirra søgu.
- Eg eri ikki sálarfrøðingur, og vil heldur ikki koma inn á tað økið, men royni heldur at lurta meg inn í støðu teirra sálarliga sjúku og vita eftir, í hvønn mun eg kann hjálpa teimum á andaliga økinum. Við hvørt haldi eg, at samrøðan eydnaðist væl og aðrar tíðir minni væl, greiðir Sverri Steinhólm frá, og leggur afturat:
- Eftir at hava vitjað á psykiatrisku deild kann eg onkuntíð sita eftir við spurninginum, hvørt nakað kom burturúr samrøðu millum meg og onkran av sjúklingunum. Men tá noyðist eg at hugsa sum so, at hóast eg sjálvur ikki helt tað eydnaðist so væl, kann okkara samrøða hava verið til gagns fyri viðkomandi. Viðkomandi bað um hjálp, eg kom, og eg lurtaði. Eg plagi at siga, at eg má heldur lurta einaferð ella kanska tríggjar ferðir ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið, vísir Sverri á.
Sverri Steinhólm sigur, at eftir hansara tykki kann tað vera til gagns bara at seta seg niður eina løtu og tosa við sjúklingarnar - bara tosa um veður og vind og hvat annars fyriferst í samfelagnum.
- Undir slíkum samrøðum fái eg eisini eina hóming av, hvar viðkomandi er staddur á andaliga økinum, - um brúk er fyri hjálp ella ikki. Og mangan endar ein slík samrøða við einum bíbliuorði ella bøn, leggur Sverri afturat.
Handan rimar
Mánadagur er vitjunardagur hjá presti í varðhaldinum í Jónas Broncksgøtu í Havn. Sverri Steinhólm sigur, at hann plagar at vitja seinnapartin, tá fangarnir annars eru innilæstir. Men tá prestur kemur, sleppa teir, ið hava hug til tess, út í felagsrúmið.
- Vanliga sita vit bara og práta saman, men ofta royni eg at fáa prátið inn á tilveruspurningar, til dømis um rættvísi og frælsi, ið jú upptaka nógvar av fangunum. Eitt er verðsliga frælsið, ið teir hava mist, tíðina í varðhaldinum. Nakað annað er so andaliga frælsið og frælsið í trúnni á Jesus Kristus. Nógvir av fangunum hava tað jú ringt við seg sjálvan, eftir tað, teir hava gjørt. Eg royni so at tosa við teir um andaliga frælsið, um frelsuna, og at biðja Harran um fyrigeving - í stuttum at kunngera Kristus inn í ta støðu, fangin er komin í. Vit kunnu hava ilt við at fyrigeva hvørjum øðrum, men Jesus fyrigevur treytaleyst, vísir Sverri á.
Sverri Steinhólm greiðir frá, at eftir hansara meting eru fangarnir ofta í verjustøðu, fyrstu tíðina í varðhaldinum, og halda fast við, at teir eru órættvíst dømdir. Men sum frálíður, og kanska serliga eftir, at dómur er sagdur, er støðan hjá teimum, at hetta er ov langt úti og má fáast út av verðini sum skjótast. Sverri vísir á, at hansara uppgáva er tó ikki at taka støðu til, hvørt teir eru sekir ella ósekir. Hansara uppgáva er at royna at hjálpa teimum víðari í lívinum.
- Sum heild verði eg væl móttikin í varðhaldinum. Eg veit, at onkur kanska ikki ynskir at tosa við prest, og tað er eisini í lagi - hetta er jú bara eitt tilboð til fangarnar. Talan er ikki um, at eg skal sita og tala, meðan teir lurta. Heldur skulu vit tosa saman, og teir skulu kunna tosa við meg, ynskja teir tað. Men tó má eg kortini hava í huga, at eg hóast alt komi á gátt í varðhaldinum sum prestur, og eitt nú plagi eg altíð at enda við eini andakt, um eg haldi tað er møguligt, greiðir Sverri Steinhólm frá. Av og á sleppa teir fangar, ið ynskja tað, eisini í kirkju. Sverri greiðir frá, at vanliga verður onkur av kirkjunum í Suðurstreymi lænt til endamálið okkurt kvøld mitt í viku, og so verður farið avstað við bussi.
- Tað hevur stóran týdning í øllum mínum samskifti við fangarnar, at eg sum prestur havi tagnarskyldu. Tí kunnu fangarnir tosa við meg um alt, teir hava hug til, uttan at tað fer víðari. Bar eg nakað víðari, vildi álitið millum meg og tey innsettu farið, og so kundi eg spart mær ómakin at komið har, vísir Sverri á.
Brúkar seg sjálvan sum amboð
Í sínum arbeiði sum prestur í varðhaldinum og á landssjúkrahúsinum kemur Sverri Steinhólm tíðum í støður, ið kunnu vera slítandi fyri eitt menniskja, og meira enn tey flestu kemur hann í samband við døpru síður lívsins. Tá ræður um hjá honum at duga at siga frá yvir fyri sær sjálvum, tá tað er við at vera ovmikið.
- Eg royni at geva tí gætur, hvussu eg sjálvur reageri, tá eg komi í tílíkar støður. Á henda hátt kann eg læra meg at liva við tí. Mín uppgáva er at vera so nærverandi, men samtíðis so "neutralur" sum gjørligt. Sjálvandi verði eg ávirkaður av ymsu støðunum, ið eg komi í, millum annað tá foreldur missa sítt lítla barn, ella tá børn missa sína mammu ella sín pápa. Vit menniskju hava trupult við at skilja deyðan, serliga tá hann rakar fólk í yngri árum, og ikki slepst undan, at tað tekur hart uppá tey avvarðandi. Sum prestur skal eg hjálpa teimum í hesi støðuni. Og tá slepst ikki undan, at summar dagar eri eg meira niðurslitin enn aðrar. Tá má eg sjálvur duga at siga frá, og so kanska halda meg burtur frá landssjúkrahúsinum nakrar dagar. So eg ikki brenni út, leggur Sverri Steinhólm afturat.
- Men løturnar í starvinum sum sjúkrahús- og fongsulsprestur eru ikki bara daprar. Til dømis at síggja fólk, sum eru illa fyri av eini og hvørjari orsøk, fáa hjálp og gerast frísk, ella tá menniskju vegna trúnna á Jesus fáa mót og kraft til at liva lívið - tað er jú at gleðast um, hvørja einastu ferð, tað hendir, vísir Sverri á.