Viðvíkjandi broyting í jarðarlóggáðuni, sum í løtuni er fyri í Løgtinginum

Óli J. Müller, Tórshavn

Tað er áhugavert at lurta eftir okkara fólkavaldu løgtingsfólki, tá tey umrøða sína hugsan um, hvussu tey kundu hugsað sær, at jarðabrúk, eftir teirra tykki, skal fara fram í Føroyum framyvir.
Tað er týðuligt at hoyra, at her eru ikki nógvar stemmur at heinta, og at fólk, sum hava landbúnaða sum livibreyð, ikki hava eitt sterkt fakfelag aftan fyri seg.
Føroyar eru soleiðis hóttaðar, at fjøllini og líðirnar eru gott beiti til seyð, neyt og ross, meðan tað er í láglendinum, at dyrkilendi finnst, og verður nýtt til at velta. Hetta er soleiðis grundarlagið fyri grasframleiðslu og mjólkaframleiðslu. Uttan dyrkilendi verur ongin mjólkaframleiðsla.
Har sum neytahald er, er neyðugt at hava útrakstur, beiti, sum neytini kunnu sleppa út á og at røra seg.
Nú er tað so, at summir fólkavaldir kommunulimir heldur vilja sleppa eftir veltari jørð at stykkja út til húsabygging o.a., fram um jørð, sum ikki er so væl egnað til velting.
Ein politiskur flokkur, Kári P.Højgaard, helt, at ein kommuna skuldi fáa heilar hagar, sum teir frítt kundu disponera yvir.
Ein borgmeistari, Heðin Zachariassen, helt, at tað var ov so rívan tikið til, og helt, at kommunurnar bert skuldu hava loyvi til at frítt at ogna sær tað lendi teir sjálvir vildu, tá teir vildu.
Í Vikublaðnum stóð at lesa herfyri, at “Tórshavnar Kommuna keypir Suðurstreymoy”. Minni kann ikki gera tað.
Eg dugi ikki rættuliga at skilja, hvat T. Kommuna skal við allari Suðurstreymoynni uttan so, at leiðslan har hevur fingið álvarslig trupulleikar av propertiónsforvirring. Tórshavnar kommuna eigur, sum fyrr nevnt, allan Flatnarhaga. Av tí velduga lendinum, hevur kommunan lítið og eingi brúkt til byggilendi, meðan hon í staðin hevur otað seg inn á lendið, sum hon einki eigur í.
Tað, sum er neyðugt hjá Løgtinginum at gera, er at lóggeva soleiðis, at øll dyrkað jørð fær frið fyri alla framtíð, og somuleiðis øll jørð, sum er dyrkibar eisini far frið í allari framtíð.
Hvat halda tit, at okkara eftirkomarar fara at siga, tá alt dyrkilendi er oyðilagt, asfalterað. Tit skulu ikki rokna við, at peningur fer at flóta inn í landið í allar ævir, og at tit bara kunnu senda boð til Danmark, Ísland v.m. eftir tí, sum jørðin kann framleiða.
Tað er eingin, sum saknar jørð, sum ein ongantíð hevur átt.
So leingi, sum fólk kunnu gera eina útstykkingarætlan, hvar tey hava hug, og so fara ein túr niðan á búnaðarstovuna at fáa ætlanina góðkenda og keypta fyri lítið og lætt, verður skilið ikki ørðvísi. So kemur tað at ganga sum við tí seinasta føroyska tarvinum, sum bleyv skotin, áðrenn hann fekk høvi til at endurnýggja seg. Spell.
Eg veit, at í Noreg ansar myndugleikin allastaðni eftir at nýta vánaligt dyrklendi fram um gott at byggja á. Tað kemur mær fyri, at tað er lóggivið fyri tí, men tað eri eg ikki vísur í
Har liggja húsini upp eftir fjallasíðunum, meðan tær fløturnar, sum eru, liggja so vakrar har.
Havnar Kommuna viðtók at ognartaka um 10.000 m2 av nýveltari jørð av mínum
festi (nú hjá soninum) í Havnardali. Ein stemma var ímóti, Beata Samuelsen.
Tað bleyv kært til friðingarnevndina, sum sjálvandi friðaði lendið. Teir vóru jú ikki heilavaskaðir.
Havnar kommuna hevur ríkiligt av lendi at nýta til hvat tað skal vera, uttan at gera seg inn á nýveltan bø, sum er alneyðigur fyri framleiðsluna á garðinum í Havnardali.
Tað er neyðugt, at Løgtingið heldur í oyrunum á kommununum, áðrenn teir oyðileggja meira enn teir longu hava gjørt.
Tað er tí verri soleiðis í Føroyum, at kommunupolitikkarir, sum hava fingið smakkin av makt, ofta enda í løgtinginum, og tað er ógvuliga óheppi. Fólk, sum fyri ein og hvønn prís royna at sleppa í kommunur, løgting ella fram at sessum, sum geva makt, at kalla ongantíð eru teir røttu at taka avgerir, sum tana øðrum.
Skeivir politikarir kunnu gera stóran skaða í tey fáu árini, teir sita í almennum størvum.
At trúgva, at tørvurin á grundstikkjum í Havn kann nøktast, er ynskitonkjing. Fleiri hús geva fleiri fólk, sum geva fleiri børn, sum krevja fleiri hús o.s.v. Aftrat koma so barnagarðar, skúlar, røktarheim og alt annað sum fylgir við. Er alt resið tað vert. Hvat við bygdamenning. Hvat við at deila fólk, fyritøkur, arbeiðsplássir út um landið.