Viaplay missir haldarar og hevur hall

Viaplay Group hevði 177 milliónir krónur í halli fyrra hálvár

(Mynd: Signe Goldmann/Ritzau Scanpix)

Svenska undirhalds- og stroymingfyritøkan Viaplay, sum nógvir føroyingar brúka, stríðist við at venda fíggjarligu gongdini, tí raksturin hevur givið stórt hall seinastu tíðina.

 

Roknskapurin fyri fyrra hálvár vísir, at Viaplay hevur økt um inntøkurnar, hóast haldaratalið er minkað. Orsøkin er, at prísurin er hækkaður.

 

Raksturin hevur tó framvegis hall, í fyrra hálvárið var hallið 177 milliónir krónur.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Viaplay boðaði seint í fjør frá, at felagið var í vanda fyri at fara konkurs, og tí mátti felagið geva nýggj partabrøv út fyri at fáa meira pengar í felagið. Samstundis segði felagið, at tað tók seg aftur av marknaðum í USA, Stórbretlandi, Kanada, Pólandi og baltisku londunum. Frameftir fer Viaplay at hugsavna seg um raksturin í Norðurlondum og í Hollandi, umframt at felagið fer at selja egna framleiðslu til aðrar útbjóðarar av stroyming.

 

Jørgen Lindemann Madsen, stjóri í Viaplay Group, sigur sambært Ritzau, at Viaplay hevur gjørt framstig, men at nógv arbeiði framvegis er eftir at gera, áðrenn felagið verður eins væl fyri fíggjarliga, sum tað var fyri nøkrum árum síðani.

 

Virðið á partabrævinum á Viaplay vaks við 3,5 prosentum á partabrævamarknaðinum í Stockholm. Partabrævið hevur tó mist 95 prosent av virðinum seinastu tólv mánaðirnar.

 

(Mynd: Signe Goldmann/Ritzau Scanpix)