Viberg Sørensen á Tvøroyri hevur aftur lagt til brots við slóðbrótandi royndum í fiskivinnuni.
Nú er hann farin at fiska tunfisk.
Hann hevur gjørt samstarvsavtalu við eitt felag í Tokyo, sum eigur nógv tunfiskaskip.
Talan er um eitt stórt felag, sum annars hevur høvuðsdeild í Teiwan.
Úrslitið av hesi avtaluni við felagið í Tokyo er fyribils, at tað størsta og best útgjørda tunfiskaskipið í øllum heiminum er nú skrásett á Tvøroyri og siglir undir føroyskum flaggi.
Talan er um tað tað 63 metrar langa ?Boada 7³, sum nú fer undir Føroyar at fiska tunfisk undir føroyskum flaggi.
Hetta er fyrstu ferð at eitt útlendskt skip kemur undir føroyskt flagg.
Avtalan er galdandi eitt ár ísenn.
Við skipinum vera 16 eysturlendingar og fýra føroyingar. Viberg verður sjálvur skipari. Sonurin, Ansgar verður fyrsti stýrimaður og hin sonurin, Ragnar verður annar stýrimaður. Snorri Jensen úr Fuglafjørði verður maskinmeistari.
Harumframt skal ein eygleiðari fyri Vaktar-& Bjargingartænastuna við.
Viberg Sørensen sigur, at fiskiskapurin eftir tunfiski er so serligur, at tað er nokk at fýra føroyingar eru við í fyrstu atløgu.
Ein gamal dreymur
Viberg Sørensen dylir ikki fyri, at hetta er ein gamal dreymur hjá honum at fara at fiska tunfisk.
Eg havi havt áhuga fyri tunfiski í eini 15 ár. Eg veit, at tað eru hundraðtals skip, sum fiska tunfisk í Norðuratlantshavi.
Og eg havi altíð hildið, at tað kann ikki bera til, at føroyingar ikki skulu kunnað fáa eitt sindur burturav hesum náttúruríkidømi, sigur hann.
Tað eru eisini fleiri ár síðani, at Viberg fekk tunfiskaloyvi undir Føroyum.
Hann heldur, at føroyingar skuldu havt allar fortreytir fyri at fiska tunfisk.
Talan er um fiskiskap á víðum havi, skipini eru leingi burtur, tey eru langt heimanífrá og talan er um fiskiskap við línu.
Hetta er alt viðurskifti, sum føroyingar eru vanir við frammanundan.
Tað einasta er, at talan er um so heilt serligan fiskiskap, at royndir eru ein avgerandi fortreyt fyri at fáa tað at eydnast.
Føroyingar hava roynt sjálvir, men tað miseydnaðist. So tað er eingin orsøk til at endurtaka tær royndirnar
Annars er Ågot eisini farin undir royndir. Teir hava valt sín máta og tað er eingin orsøk hjá okkum til, at gera íløgur í somu royndir.
Vit hava tí valt at ganga aðrar leiðir og eydnast royndirnar hjá Ågot, fáa vit aðrir eisini ágóðan av tí, eins og aðrir eisini fáa ágóðan av okkara royndum.
Viberg Sørensen sigur, at tað er eitt hálvt ár síðani, at hann fekk samband við japansku deildina hjá teiwanska reiðaríðnum.
Og nú er so loksins klárt at byrja fiskiskapin.
Viberg ivast ikki í, at møguleikarnir eru góðir.
Skipið er spildurnýtt og hevur alla tað mest framkomnu útgerðina umborð, sum finst. Og menninir eru allir vandir í hesum serliga fiskiskapinum.
Hann heldur, at ein stórur fyrimunur við at samstarva við royndar tunfiskarar, er, at so sleppa vit undan dýrum og tíðarkrevjandi royndarfiskiskapi.
Ætlanin er, at Boada 7 skal fiska tunfisk undir Føroyum undir føroyskum flaggi, so leingi tunfiskurin er undir Føroyum, men tað er ikki so leingi.
Tunfiskurin er undir Føroyum um heystið. Í fjør var vertíðin úti um hálvan november.
Men trupulleikin tekur seg upp, tá ið vertíðin undir Føroyum er av, tí føroyingar hava ikki rætt at fiska tunfisk á víðum havi og tá verður so aftur neyðugt at skráseta skipið uttanlands.
Avmarkaður marknaður
Viberg Sørensen sigur, at tunfiskavinnan er ógvuliga serlig.
Tað er bara í Japan at tey brúka hetta hetta slagið av tunfiski, har tey eta hann ráan.
Og tað eru bara japanarar, teiwanesarar og suðurkoreanarar sum fiska henda tunfiskin.
Hesi trý londini sita á allari vinnuni og umsita stovnin ígjøgnum ein felagsskap, sum eitur ICCAT.
Hesin felagsskapurin hevur tikið sær rættin at umsita allan fiskiskap eftir tunfiski á víðum havi.
Tað hava teir róliga kunnað gjørt, tí ongin annar
Framhald av s.???
hevur havt áhuga fyri tunfiskinum.
Viberg Sørensen heldur tó, at tað er sjálvsagt, at føroyingar fáa burturav tunfiskinum, tá ið hann svimur ein part av árinum undir Føroyum.
Men eg haldi eisini, at skal nakar fáa nyttu burturúr ríkidømi í havinum, mugu tað vera vit, sum búgva mitt úti í havinum.
Og skal nakar fáa nyttu burturúr ríkidøminum í Atlantshavinum, mugu tað vera vit, sum búgva mitt í Atlantshavinum, heldur enn tey, sum búgva hinumegin jørðina.
Mugu krevja okkara rætt
Viberg Sørensen heldur, at tað hevur stóran týdning, at føroyingar gera vart við sín rætt.
Íslendingar hava eisini fingið eyga á tunfiskin og Viberg Sørensen heldur, at føroyingar eiga at hava eina felags støðu við íslendingar um fiskiskapin eftir tunfiski.
Men hann heldur, at skulu vit fáa nakað sum helst burturúr tunfiskinum, fer tað seta stór krøv til okkara fiskivinnuumsiting.
Og eg má siga, at eg havi stórt álit á John Petersen sum fiskimálaráðharra í hesum sambandi.
Eg haldi ikki, at vit skulu seta okkum uttanfyri ICCAT.
Men vit skulu heilt avgjørt krevja okkara rætt. Vit skulu ikki vera so fólkaligir, at vit koma at sita eftir við ongum, sum tað hendi við laksinum. Tað er neyðugt, at vit hava ein fiskimálaráðharra, sum hevur tað treystið og tað dirvið, sum skal til fyri at taka tær røttu avgerðirnar. Og tað haldi eg, at vit hava.
Stórt ríkidømi
Men Hinvegin ivast Viberg Sørensen ikki í, tunfiskurin kann blíva eitt munagott íkast til føroyska samfelagið.
Tað, sum vit ætla at fiska, er tann dýrasti tunfiskurin.
Japanarar lata góðan prís fyri fiskin, runt roknað einar 150 krónur fyri kilo. Men prísurin svingar rættiliga nógv, alt eftir, hvussu góður fiskurin er. Dygdin verður mett eftir, hvussu feitur hann er. Og teir bjóða ikki uppá tunfiskin í tonsum. Nei, prísur verður latin fyri hvønn fisk sær.
Men samstundis sum tunfiskurin kastar nógv av sær, er tað strævið lív.
Vit koma at seta einar 80 fjórðingar av línu um dagin og línan stendur 5-6 tímar. So tað er nógv arbeiði.
Men hetta er sera manningarkrevjandi fiskiskapur so tað skapar nógv arbeiði. Tað er ikki óvanligt, at 30 mans eru við einum tunfiskaskipi.
Í fyrstu syftu verða 20 mans við Boada 7, men tað kundi væl hent, at brúk verður fyri fleiri monnum, men so verður tað talan um eysturlendingar.
Vit fáa royndir, teir fáa fisk
Viberg Sørensen sigur, at tað, sum føroyingarnir við Boada 7 fyrst og fremst fáa burturúr hesum tiltakinum, eru royndirnar.
Men teir hava eisini eina innanhýsisavtalu við teiwanska felagið.
Grundarlagið undir samstarvsavtaluni ímillum okkum er, at teir fáa fisk frá okkum, og vit fáa royndir frá teimum.
Men av tí, at fiskiskapurin er so serligur er tað neyðugt at brynja seg við toli, tí tað fer at taka fleiri ár, áðrenn vit hava lært at standa á egnum beinum í hesum sambandi.
Eg haldi, at hesin fiskiskapurin er so serligur, at í eini royndartíð er tað neyðugt hjá okkum at samstarva við teir, sum eru vanir við tað.
Miðdepil fyri tunfisk á Tvøroyri
Viberg Sørensen sigur ,at ætlanin hjá honum er at fiska við Føroyskum skipi og at avreiða í Føroyum.
Vit eru blivnir samdir við japanska felagið um at brúka Tvøroyri sum umskipingarhavn fyri tunfisk.
Tað, vit royna, er at gera Tvøroyri til umskipingarhavn hjá fleiri tunfiskaskipum í Norðuratlantshavi og at gera Tvøroyri til eina tunfiskamiðstøð.
Tað liggja fleiri hundrað tunfiskaskip uttanfyri okkara fiskimark. Kunnu vit fáa nøkur av teimum til Tvøroyri at umskipa, kann tað kasta eitt sindur av sær.
Tunfiskaskipini í Atlantshavi hava annars havt høvuðsstøð í Las Palmas, men tað er munandi styttri til Føroyar.
Trupulleikin við tunfiskinum er, at hann skal fystast niður í 60 kuldastig og tað er onki frystihús í vesturheiminum, sum orka tað.
Tí er vanligt at umskipa tunfiskin í frystiskip og ætlanin er so, at Tvøroyri skal skal vera umskipingarhavn hjá fleiri tunfiskaskipum.
Ætlanin er, at tann fyrsta lastin skal umskipast á Tvøroyri longu seinni í hesum mánaðinum.
Viberg Sørensen sigur, at hansara grundgevingar fyri at fiskurin skuldi umskipast á Tvøroyri er, at føroyingar vilja fegnir hava eftirlit við, hvussu nógv verður fiskað undir Føroyum.
Og í samráðingunum um avtaluna førdi eg fram, at skuldu vit ikki hava eygleiðar umborð, skuldu vit umskipa á Tvøroyri so at myndugleikarnir fingu fylgt við fiskiskapinum.
Men tað argumentið hvørvur, nú eygleiðari hjá Vaktar& Bjargingartænastuni skal við.
Skuldu vit hinvegin umskipa uttanlands, hevði tað verið náttúrligt at sett eygleiðara umborð.
Tí ivast hann eitt sindur í, hvussu rætt tað er av V&B at seta eygleiðara umborð, tá ið umskipingin skal vera í Føroyum
Men nú mugu vit so bara síggja, hvussu tað gongur.
Hann sigur, at tað fer ikki at skapa nógv beinleiðis virksemi á Tvøroyri, at tunfiskaskip fara at umskipa á Tvøroyri.
Men tað fer uttan iva at føra nógv annað virksemi við sær, tí skipini skulu eisini hava útgerð og annað, sigur Viberg Sørensen.