Viborg HK í EM-finalu

Seinnapartin í dag spældi Viborg HK seg í europeisku finaluna fyri steypavinnarar í kvinnuhondbólti.

 

Mótstøðuliðið var Leipzig, sum í fyrra dystinum á heimavølli vann 31-30 móti danska liðnum.

 

Í dag á heimavølli í Viborg byrjaðu bæði liðini við nervunum uttan á troyggjunum, og tað gingu næstan sjey minuttir, áðrenn Viborg fekk sítt fyrsta mál – og javnaðu til 1-1.

 

Eftir hetta var ikki rættiliga ivi um sigurin, men spenningur var kortini alla tíðina í dystinum. Viborg kom fram um 5-1 og 9-4, men hvørja ferð hálaði Leipzig seg inn aftur á heimaliðið, og eftir hálvleikssteðgin upp á 14-11, fór Viborg aftur fimm mál fram um, bert fyri at verða vunnið aftur.

 

10 minuttir fyri tíð megnaði Leipzig at toga seg upp á 24-25, men nærri komu týskararnir ikki. Viborg dró frá og vann at enda dystin rímiliga trygt við 33-27.

 

Málskjúttar

Viborg HK: Johanna Ahlm 7, Cristina Varzaru 6, Anja Althaus 5, Grit Jurak 4, Pernille Holst Larsen 4, Mouna Chabbah 2, Isabelle Gulldén 2, Maria Fisker 2, Marit Malm Frafjord 1.

 

HC Leipzig: Natalie Augsburg 5, Karoline Kudlacz 5, Maura Visser 4, Luisa Schulze 3, Saskia Lang 3, Louise Lyksborg 2, Mette Ommundsen 2, Anna Müller 1, Ania Rösler 1, Anne Hubinger 1.

 

Viborg hevur seks ferðir áður vunnið eina eurpoeiska kapping, tríggjar ferðir fyri meistarar og tríggjar ferðir fyri steypavinnarar.

 

Tveir av leikarunum hjá Viborg HK eru týskarar, Grit Jurak (myndin) og Anja Althaus.

 

Í finaluni hesaferð møtir Viborg HK ungarsku Ferencvaros.