Viborg vann á AC Horsens

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Viborg vunnu á AC Horsens í málríkum dysti

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Viborg spældu í dag venjingardyst móti AC Horsens úr næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist superligu-liðnum, Viborg at vinna dystin 4-2. Í steðginum var Viborg á odda 4-2.

 

Martin kom á vøllin fyri Srdjan Kuzmic tá ein tími var leiktur av dystinum. 

 

Mánadagin klokkan 12 verður grannauppgerð. Tá spælir Viborg dyst á útivølli móti Silkeborg. 

 

Viborg FF-AC Horsens 4-2 (2-1)

 

1-0 Anosike Ementa (15.),

 

1-1 Mikkel Lassen (27.),

 

2-1 Anosike Ementa (34.),

 

3-1 Renato Junior (51.),

 

3-2 Oliver Stanisic (59.),

 

4-2 Ibrahim Said (62.)