Klokkan nakað yvir 15 seinnapartin byrjaði Suðuroyartúrurin hjá Sofus Hansen og Victor og Mirjam Carlsen við, at tey spældu á Torginum í Vági. Tað var ein frægd at hoyra frálíka spælið hjá Victor, ið byrjaði tónleikaløtuna við løgum av fløguni, ið hann gav út fyri stuttum.
Síðani komu løg av nýggju fløguni hjá Mirjam, ið hon eisini sang væl, og beinanvegin høvdu tey samband við áhoyrararnar við práti og frálíkum tónum.
Sofus sang eisini nøkur løg, og var tað av sonnum gleðiligt at hoyra hesa longi saknaðu rødd aftur. Sofus bergtók við vøkrum sangi, og røddin er enn frálík og framførslan var framúr.
Nú klokkan 17 spæla tey í Vágs Kirkju og annars er skráin henda.
Fríggjakvøldið kl. 21.00 í Pubbini hjá Annu Kirstin. Leygardagin kl. 12.00 verða tey í Statoil-caféini á Tvøroyri. Sunnudagin kl. 15.00 verða tey í Café One Way á Tvøroyri.