Victor Máni Matthiasson spælir við StÍF hetta kappingarárið.
Hesum boðar felagið frá í dag.
Victor er 22 ára gamal, er strikuleikari. Hann leikti seinasta kappingarár við íslendska felagnum Fjølnir.
– Eg havi góðar vónir um, at vit vera við í oddastríðnum. Okkara lið sær lovandi út, sigur Victor um vónirnar fyri hetta kappingarárið.
– StÍF bjóðar Victor hjartaliga vælkomnum til StÍF, skrivar felagið.