Við hava greiðu á marginalskattin

Løgtingslimur spyr, um ætlanin er at revsa miðalinntøkur.

Ikki óvæntað, so eru skattabroytingarnar hjá nýggju samgonguni millum evnini, tá munnligir fyrispurningar eru í tinginum í morgin. Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, skal millum annað svara einum spurningi frá Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, um hvørs ætlanin er at straffa tey, ið arbeiða eitt sindur eyka.


Orsøkin til spurningin er, at ábendingar eru um, at samgongan hevur ætlanir um at hækka marginalskattin, hóast sagt hevur verið áður, at hann fær frið.


- Seinast fyrispurningar vóru á skrá í løgtinginum, segði landsstýriskvinnan, at marginalskatturin skuldi ikki hækkast. Er nakað broytt, ella segði landsstýrikvinnan ikki rætt í Løgtinginum henda dagin, spyr tingmaðurin í viðmerkingunum til spurningin.


Serliga eru tað miðalinntøkurnar, tey sum tjena millum 300.000 og 500.000 krónur árliga, sum tinglimurin stúrir fyri fáa eina skattahækking.


- Sær út sum tað serliga eru miðalinntøkur frá góðum 300 tús til 500 tús krónur, sum verða harðast revsa í skattaøðini. Sjálvur marginalskatturin hjá hesum sær út til at hækka 5%, umframt skattahækkingina til AMG, Barsilsgrunnin og til Heilsutrygd.


Tì vil tingmaðurin hava landsstýriskvinnuna at svara, um hvussu nógv marginalskatturin hækkar fyri ymiskar inntøkubólkar, íroknað gjøldini til AMEG, Barsislgrunnin og Heilsutrygd, og hvør bólkur verður harðast raktur av broytingini.