Nýggjasta navnið hjá tónleikafestivalinum í Kirkjubø, Við Múrin, er Jens Marni Hansen. Hetta kunnger Rói B. Poulsen, ið er ein av fyriskiparunum av tiltakinum, í tíðindaskrivi.
Jens Marni Hansen hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár. Millum annað hevur hann spælt í tónleikabólkum sum Kjølur, All That Rain, Showmonnum og Faktor 4. Seinastu árini hevur hann tó sum solistur myndað føroyskan rocktónleik.
Ein av stóru tónleikaløtunum hjá Jens Marna var í Parkini fyri tveimum árum síðani, tá ið hann fekk heiðurin at hita upp fyri heimsstjørnuna Bon Jovi. Jens Marni vann hendan heiður í kapping við 60 aðrar tónleikabólkar.
Tónleikafestivalurin ,,Við Múrin" í Kirkjubø verður hildin í døgunum 2.-4. juli.