Báðir føroyingarnir í donsku superliguni vóru í eldinum í dag.
Viljormur Davidsen spældi allan dystin tá lið hansara, Vejle á heimavølli tapti 0-2 ímóti OB.
Ólíka betri gekk hjá Halli Hansson og liðfeløgum hansara í AC Horsens, ið vunnu ein sera góðan 1-0 sigur á FC Nordssjælland á útivølli í Farum. Mikkel Mena Qvist tryggjaði AC Horsens sigurin við einum góðum stútara tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum. Í seinna hálvleiki trýsti heimaliðið nógv, men Hallur og liðfelagarnir stóðu ímóti og tóku trý stig við sær til Horsens.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður føroyinga og grannauppgerð millum AC Horsens og Vejle á CASA leikvøllinum í Horsens.
Støðan:
1
7
10
16
2
7
3
13
3
6
0
13
4
6
6
11
5
7
3
11
6
6
2
9
7
7
-3
9
8
7
1
8
9
6
-1
8
10
7
-1
7
11
7
-4
7
12
7
-4
6
13
7
-2
5
14
7
-10
4