Video: Aftur reytt kort til KÍ

KÍ hevur fingið fleiri reyð kort enn øll hini liðini í Effo-deildini tilsamans

KÍ fekk um vikuskiftið sítt sjeynda reyða kort, tá Johan Jacobsen fekk beinleiðis reytt kort fyri at sparka ein spælara hjá EB/Streymi.

 

Les eisini: Páll Klettskarð: Eg helt ikki tað var reytt kort

 

Frammanundan hava Hjalgrím Elttør, Tórur Justesen, Heðin á Lakjuni, Jonas Flindt Rasmussen, Gunnar Christiansen og Henry Heinesen sæð reytt í hesum kappingarárinum.

 

Var tað í ordan, at Johan Jacobsen fekk beinleiðis reytt fyri hasa taklingina?

 

AB, B68, HB, ÍF, NSÍ og Víkingur fingið hvør sítt reytt kort.