VIDEO: Áki legði upp til málið hjá Ranheim

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Sogndal 1-2 (0-2)

Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Ranheim hava framvegis til góðar at vinna fyrsta stigið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Aftaná trý umfør er Ranheim aftast í deildini við ongum stigi. Men í dag hendi eitt framstig. Ranheim megnaði í dagsins heimadysti móti Sogndal at skjóta fyrsta málið hetta kappingarárið.

 

Sogndal var á odda 2-0 í steðginum, og í 87. minutti spældi Áki bóltin væl inn til ein frían Bendik Bye, ið syrgdi fyri fyrsta málinum hjá Ranheim hetta kappingarárið. 

 

Mikudagin klokkan 17 spælir Ranheim dyst í norsku steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti Stjørdals Blink, ið spælir í triðbestu deildini.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Sogndal 1-2 (0-2):

 

##med2##