VIDEO: Bergischer-THW Kiel 25-29 (Samandráttur)

(Video) Í samandráttinum sæst mál og upplegg til mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu

Sunnudagin vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel 29-25 á Bergischer í útidysti í bundesliguni.

 

Í steðginum var Kiel á odda 16-12.

 

Elias skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, umframt at leggja upp til eitt mál. 

 

Füchse Berlin og Magdeburg hava 36 stig í oddinum. Flensburg Handewitt er nummar trý við 30 stigum. Nummar fýra er Kiel við 28 stigum, og nummar fimm er Melsungen við 27 stigum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Bergischer-THW Kiel 25-29 (12-16). Á samandráttinum sæst eitt gott mál hjá Eliasi, umframt ein hegnislig fríspæling til eitt annað mál:

 

##med2##