VIDEO: Bjørn sum yvirlivdi yvirgangsatsóknina vitjaði Føroyar í 2013

(Video) hálvtannað ár aftaná yvirgangsatsóknina á Utøya var Bjørn Ihler gestur hjá Eyðuni Klakstein í sendingini "Hvonn Live" á Rás2

Bjørn Ihler vitjaði "Hvonn Live" á gamla Rás2 18. januar í 2013

Bjørn Ihler vitjaði "Hvonn Live" á gamla Rás2 18. januar í 2013

Gamla Rás2 hevði í farna áratíggjinum javnan aktuelu sendingina "Hvonn Live", ið varð send av Hvonn í Havn ávís leygarkvøld.

 

Leygarkvøldið 18. januar var ein heilt serligur gestur á vitjan hjá Eyðuni Klakstein á "Hvonn Live". Talan var um Bjørn Ihler, ið var millum tey sum yvirlivdu yvirgangsatsóknina á Utøya 22. juli í 2011.

 

Bjørn Ihler hevur verið millum tey sum halda, at Utøya átti ongantíð at verið bygt uppaftur aftaná yvirgangsatsóknina fyri júst 10 árum síðani.

 

HER ber til at síggja og hoyra fyrra part av samrøðuni Eyðun Klakstein hevði við Bjørn Ihler:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja og hoyra seinna part av samrøðuni Eyðun Klakstein hevði við Bjørn Ihler:

 

##med3##

 

 

 

Bjørn Ihler vitjaði "Hvonn Live" á gamla Rás2 18. januar í 2013