Brandur Olsen spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í FH í dysti í íslendsku pepsideildini taptu 2-3 móti KR á útivølli.
KR eru íslendskir meistarar, og teir fingu steypið handað aftaná dystin ígjár.
Steven Lennon legði FH á odda tá 10 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Átta minuttir seinni hevði KR lagt seg á odda 2-1 við tveimum skjótum málum. Steven Lennon javnaði til 2-2 tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men longu fimm minuttir seinni var KR á sigurskós aftur.
Tað er stórur spenningur um tað seinasta Europa League plássið sum FH og Stjarnan kappast um. FH er undan seinasta leikumfarinum tvey stig frammanfyri Stjørnuna.
Komandi leygardag tekur FH móti Grindavík, ið eru dotnir niður í næstbestu deildina. Stjarnan tekur eisini ímóti einum niðurflytara, nevnliga ÍBV. Stjarnan hevur betur málmun enn FH, pluss fimm. Málmunurin hjá FH er bara pluss eitt, og tí kunnu Brandur og liðfelagarnir ikki dúva uppá javnleik.
FH hevur 34 stig og Stjarnan hevur 32 stig. Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur liggur á níggjunda plássi við 26 stigum, bert seks stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum KR og FH:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/9a42ba6e-6589-412b-875e-b7fc6e59257b-1569180041566" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>