VIDEO: Breiðablik-KÍ 7-0 (5-0)

(Video) Klaksvíkskvinnur vóru fyri stórtapi tíðliga í dag

Mynd: visir.is

Mynd: visir.is

Tað er stórur munur á kvinnufótbóltinum í Íslandi og í Føroyum. Íslendska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg í endaspøl, og í Champions League kappingini hava íslendsku liðini eisini góð úrslit at vísa á.

 

Tí var givið undan dystinum í Champions League undankappingardystinum millum Breiðablik og KÍ, at talan fór at vera um sera torføran dyst hjá KÍ.

 

Tað endaði við 7-0 stórsigri til Breiðablik. Fimm av málunum komu í fyrra hálvleiki, og tey komu uppá 18 minuttir. Í seinna hálvleiki gekk væl frægari. KÍ helt leingi støðuna 0-6, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat økti Breiðablik til 7-0.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Rannvá B. Andreasen einasta veruliga vandamikla málmøguleikan hjá KÍ, men hann bleiv ikki gagnnýttur.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum: https://www.visir.is/k/825ecb33-85b2-4fc5-a658-625fa329e22f-1629286663957

 

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/825ecb33-85b2-4fc5-a658-625fa329e22f-1629286663957" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>

 

Mynd: visir.is

Mynd: visir.is