Cristiano Ronaldo spælir ikki longur í Evropa, men søguliga og hagtalsliga er hann toppskjúttin í Champions League við 145 málum í 197 dystum.
Cristiano Ronaldo hevur eisini vunnið fimm Champions League kappingar. Eina ferð við Manchester United og fýra ferðir við Real Madrid.
UEFA hevur tí valt at heiðra Cristiano Ronaldo við einari serligari virðisløn. Tað fór fram í Grimaldi Forum høllini í Monako.
HER ber til at síggja og hoyra løtuna, og somuleiðis tað sum Cristiano Ronaldo segði í samband við heiðurin:
##med2##