VIDEO: Danmark er í fyrstu endaspælsfinaluni í 18 ár

(Video) Síggj ein samandrátt av EM-hálvfinaluni Danmark-Montenegro 27-23 (14-10)

Mynd: Scanpix

Donsku hondbóltskvinnurnar eru á fyrsta sinni í 18 ár partur av einari endaspælsfinalu.

 

Hetta gjørdist veruleiki tá Danmark vann 27-23 á Montenegro í EM-hálvfinaluni. 

 

Danmark royndi fleiri ferðir at draga frá Montenegro, ið stríddist væl allan dystin. Ikki fyrrenn seinastu løtuna eydnaðist tað donsku kvinnunum at staðfesta sigurin.

 

Í steðginum var Danmark á odda 14-10.

 

Sunnudagin spælir Danmark EM-finalu móti vinnaranum av hálvfinaluni millum Noreg og Frakland. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av hálvfinaluni: 

 

##med2##

 

Danmark – Montenegro 27-23 (14-10) - EM-hálvfinala

 

Danmark : Emma Cecilie Friis 7, Mie Højlund 6, Mette Tranborg 3, Kristina Jørgensen 2, Trine Østergaard 2, Louise Burgaard 2, Anne Mette Hansen 2, Rikke Iversen 1, Michala Møller 1, Kathrine Heindahl 1.

 

Montenegro : Itana Grbic 7, Djurdjina Jaukovic 7, Jovanka Radicevic 3, Milena Raicevic 2, Ivona Pavicevic 1, Matea Pletikosic 1, Djurdjina Malovic 1, Tatjana Brnovic 1.

 

Mynd: Scanpix