VIDEO: Soleiðis vann Danmark á Noregi

(Video) Síggj ein samandrátt av venjingardystinum á leikvøllinum í Brøndby millum Danmark og Noreg

Danmark fekk eina rættiliga góða upptakt til EM-endaspælið á leikvøllinum í Brøndby í kvøld við 3-1 sigri á Noregi.

 

Pierre-Emile Højbjerg legði Danmark á odda longu í 12. minutti, og bert 12 minuttir seinni økti Jannik Vestergaard til 2-0.

 

Tá 72 minuttir vóru leiktir fann Martin Ødegaard Erling Braut Haaland við einari ótrúligari sending. Haaland tók av og minkaði um munin til 2-1. Haaland helt hann hevði skorað til 2-1 átta minuttir áðrenn, men VAR kolldømdi málið.

 

Tá klokkan vísti 90 minuttir staðfesti Yussuf Poulsen sigurin aftaná eitt mistak í norsku verjuni.

 

HER  ber til frá norska TV2 at síggja ein útføriligan samandrátt frá dystinum.

 

Sunnudagin 16. juni klokkan 17 møtir Danmark Slovenia í EM-endaspælinum í Týsklandi. 20. juni møtir Danmark Onglandi, og 25. juni er Serbia mótstøðuliðið.