VIDEO: Dinamo Bukarest-Füchse Berlin 32-33 (samandráttur)

Síggj samandráttin hjá Eurohandball frá EHF European League sigrinum hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu í kvøld torføran útidyst í bólki G í EHF European League móti rumenska liðnum, Dinamo Bukarest.

 

Füchse Berlin vann ein tepran 33-32 sigur. Dinamo Bukarest var á odda 17-16 í steðginum. 

 

Hákun slapp upp í part í kvøld, og hann skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar.

 

Füchse Berlin hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir og hevur vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum í Bukarest:

 

##med2##