Video: - Eg tori ikki at hugsa tað

In.fo var við, tá ein kroystur sjúkrahússtjóri stongdi B7 í morgun.

Tað var í morgun klokkan 7, at B7 deildin á Landssjúkrahúsinum varð stongd orsaka av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. 

 

 

Ronnie Midjord greiðir í  morgun frá, at støðan framvegis er trygg, men at hann ikki torir at hugsa avleiðingarnar av, hvat hendir, um enn ein deild verður stongd vegna verkfallið. 

 

 

Nakrir sjúklingar eru fluttir á Klaksvíkar Sjúkrahús, meðan aðrir eru fluttir á aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum. 

 

 

Sí videobrotið, sum Hallur av Rana, journalistur í Miðlahúsinum, gjørdi á B7 í morgun.