VIDEO: Enduruppliv seinastu løtuna og fagnaðin saman við Skansanum

(Video) Síggj og hoyr hvussu væl Skansin bakkaði landsliðið upp og fegnaðist saman við landsliðnum aftaná minniliga sigurin á Turkalandi

Tað er dagin eftir minniliga 2-1 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Turkalandi.

 

Avrikini á vøllinum kunnu vera ymisk frá dysti til dyst, men eitt avrik sum altíð er gott er avrikið hjá fjepparafelagnum, Skansanum.

 

Trúgvi og drúgvi Skansa-maðurin, Torben Nielsen filmaði seinastu løtuna av dystinum á Tórsvølli, og fagnaðin sum tey í Skansanum høvdu saman við landsliðsleikarunum aftaná 2-1 sigurin var heima.

 

HER  ber til at síggja hvussu væl og framúr Skansin stuðlar landsliðnum, eisini tær løturnar tá okkara leikarar hava mest brúk fyri tí. Heilt einfalt: Heimsins bestu áskoðarar: 

 

##med2##

 

Filmur hjá Skansa-manninum, Torben Nielsen av seinastu løtuna í dystinum Føroyar-Turkaland 2-1, og fagnaðin aftaná minniliga sigurin

Filmur hjá Skansa-manninum, Torben Nielsen av seinastu løtuna í dystinum Føroyar-Turkaland 2-1, og fagnaðin aftaná minniliga sigurin