- Føroyar hava styrkt seg við spælarum úr Afrika og úr gamla Jugoslavia.
Orðini eigur týskarin av turkiskari ætt, ið venur landsliðið hjá Moldova.
50 ára gamli, Engin Firat var ikki nóg væl uppdateraður tá miðladeildin hjá moldovanska fótbóltssambandinum bað hann í videosamrøðu koma við einari greining um tey fimm mótstøðuliðini hjá Moldova í HM-undankappingarbólki F.
Danmark, Eysturríki, Skotland, Ísrael, Føroyar og Moldova manna bólk F:
Helst blandar Engin Firat við Malta, ið hevur styrkt seg við spælarum uttanifrá. Luksemborg hevur eisini síðstu árini styrkt seg við spælarum uttanifrá.
Til verju fyri Engin Firat skal tó sigast, at hann var frægari uppdateraður um hini fýra mótstøðuliðini hjá Moldova.
Útsøgnin hjá Engin Firat um Føroyar byrjar við ein minutt og 30 sekund:
##med2##