VIDEO: Flamengo vann á Chelsea (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Flamengo-Chelsea 3-1 (0-1)

Nýklaktu Conference League vinnararnir, Chelsea vóru á sigurskós móti brasilska liðnum, Flamengo í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum fyri felagslið.

 

Pedro Neto legði Chelsea á odda tíðliga í fyrra hálvleiki í dystinum, ið var spældur Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia í Pennsylvania. Men upp á 21 minuttir í seinna hálvleiki vendi alt. Flamengo skoraði trý mál, og Nicolas Jackson hjá Chelsea fekk reyða kortið.

 

Flamengo-Chelsea 3-1 (0-1)

0-1 Pedro Neto ('13 )

1-1 Bruno Henrique ('62 )

2-1 Danilo ('65 )

3-1 Wallace Yan ('83 )

 

Flamengo hevur seks stig og Chelsea hevur trý stig. Esperance Tunis og Los Angeles FC spæla nú. Tey høvdu einki stig undan dystinum í kvøld.

 

Mikumorgun klokkan tvey eru dystirnir í triðja og seinasta umfarinum hesir: Chelsea-Esperance Tunis og Flamengo-Los Angeles FC. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Flamengo og Chelsea:

 

##med2##