VIDEO: Frakland vann sannførandi á vertunum (EM)

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Frakland-Montenegro 27-19 (12-9)

Frakland hevur beina kós í hálvfinalurnar í EM-endaspælinum.

 

Í dag vunnu fronsku kvinnurnar í millumbólki 2 sannførandi 27-19 á vertunum hjá Montenegro. Í steðginum var Frakland á odda 12-9.

 

Cleo Darleux í franska málinum tók pippið úr vertunum við nógvum góðum bjargingum.

 

Í sama bólki endaði dysturin millum Niðurlond og Spania við javnleiki 29-29. Í steðginum var Spania á odda 17-15.

 

Niðurlond áttu seinasta álopið í dystinum, men álopsfeilur var dømdur móti Estavanu Polman, og tað var hon alt annað enn nøgd við.

 

Frakland – Montenegro 27-19 (12-9)

 

Frakland : Pauletta Foppa 6, Chloe Valentini 4, Laura Flippes 4, Orlane Kanor 4, Alicia Toublanc 3, Grace Zaadi 2, Tamara Horacek 2, Onacia Ondono 1, Oceane Sercien 1.

 

Montenegro : Jovanka Radicevic 6, Ivona Pavicevic 3, Tatjana Brnovic 2, Milena Raicevic 2, Djurdjina Jaukovic 2, Matea Pletikosic 1, Ivana Godec 1, Itana Grbic 1, Djurdjina Malovic 1.

 

Niðurlond – Spania 29-29 (15-17)

 

Niðurlond : Merel Freriks 6, Inger Smits 6, Laura Van Der Heijden 5, Estavana Polman 4, Zoe Sprengers 2, Antje Malestein 2, Nikita Van Der Vliet 1, Rinka Duijndam 1, Bo Van Wetering 1, Catharina Molenaar 1.

 

Spania : Paula Valdivia 4, Alexandrina Cabral 4, Paula Arcos 3, Arrojeria Arantzazistro 3, Jennifer Gutierrez 3, Soledad Lopez 3, Silvia Arderius 2, Nicole Wiggins 2, Carmen Campos 1, Maitane Echeverria 1, Alba Spugnini 1, Kaba Gassama 1, Lysa Tchaptchet 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Frakland-Montenegro 27-19 (12-9)

 

##med2##

 

15. november:

 

Rumenia – Montenegro, klokkan 17.

 

Frakland – Týskland, klokkan 19.30.

 

16. november:

 

Rumenia – Týskland, klokkan 14.30.

 

Holland – Montenegro, klokkan 17.

 

Frakland – Spania, klokkan 19.30.

 

 

 

Nr.Millumbólkur 2DystirStig
1Frakland36
2Montenegro34
3Spania43
4Niðurlond43
5Týskland32
6Rumenia32