VIDEO: Fredrikstad tapti greitt norðuri í Tromsø

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Fredrikstad 3-0 (2-0)

So gekk ikki longur hjá føroyingaliðnum, Fredrikstad sum hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad ferðaðist longu leiðini norður til Tromsø at spæla dyst móti Tromsø IL. Undan dystinum í kvøld var Fredrikstad ósigrað í teimum seinastu níggju dystunum í deildini.

 

Í kvøld var Fredrikstad fyri greiðum 0-3 tapi, har hagtølini víð royndum á máli hjá mótstøðuliðnum vístu 10-1 til Tromsø.

 

Tromsø legði seg á odda í 17. minutti, og teir øktu til 2-0 17 minuttir seinni. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Tromsø sigurin við einum brotssparksmáli.

 

Brandur Hendriksson var á vøllinum fyri Fredrikstad tann fyrsta tíman av dystinum. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum.

 

Hóast tapið er Fredrikstad framvegis nummar trý í deildini við 21 stigum fyri 11 dystir. Bodø/Glimt og Brann Bergen er trý stig frammanfyri Fredrikstad.

 

Seinasti dysturin hjá Fredrikstad undan landsliðs- og summarsteðginum verður leiktur komandi sunnukvøld klokkan 18.15 móti Rosenborg.

 

Kappingin verður tikin uppaftur 27. juni.